Tær stóru amerikonsku bilverksmiðjurnar eru illa fyri, og viðurskiftini ímillum leiðslurnar og starvsfólkið eru út av lagi vánalig, skrivar AP.
Seinasta vikuskiftið frættist, at fyritøkan Delphi, sum ger eykalutir til bilar, og sum er tann størsta av sínum slagi í USA, hevur so álvarssamar trupulleikar, at hon hevur søkt um verju ímóti teimum, sum eiga pengar til góðar hjá fyritøkuni. Leiðslan hevur gjørt eitt uppskot, sum skal loysa trupulleikarnar. Tað ber millum annað í sær, at starvsfólkið skal missa tveir triðingar av lønini, men tað vilja fakfeløgini ikki hoyra talan um.
Fer Delphi á húsagang, fær tað álvarssamar avleiðingar fyri General Motors. GM átti Delphi fyrr og yvirtekur skuldina hjá gamla felagnum, fer tað av knóranum. Tað kann bera í sær, at GM fær eina eyka skuld upp á einar 65 milliardir krónur. Ein annar trupulleiki er, at Delphi skyldar nógvar milliardir krónur, og at hetta eru yvirhøvur pengar, sum fyritøkan hevur lænt frá General Motors og Ford. Fer Delphi á húsagang, fáa tær báðar stóru verksmiðjurnar ikki pengarnar aftur.