Bind jólatræskúlurnar

Norsku sniðgevararnir Arne & Carlos komu í fjør út við bókini ”Julkulor”. Bókin varð sera væl móttikin í heimlandinum og er upp undir jól í ár komin út á svenskum, týskum og enskum

Arne Nerjorde og Carlos Zachrison, sum teir báðir eita, hava leingi nýtt bindimynstur í sínum arbeiði. Men tað var ikki fyrr enn japanska mótahúsið Comme des Garcons í 2008 vildi hava eina norðurlendska jólakollektión, at teir báðir fóru undir at binda jólatræskúlur.

Comme des Garcons vildu hava troyggjur, vøttir og hálsturriklæði, men í pakkan løgdu teir báðir nakrar jólakúlur - og japanarar gjørdust ovurfegnir og vildu beinavegin hava fleiri kúlur. Teir báðir funnu so upp á fýra onnur mynstur, og kúlurnar seldu sum smør í stórbýum sum Tokyo, París, London og New York.

Úrslitið varð, at teir gjørdu bókina ”Julkulor” við 51 ymiskum mynstrum til jólatræsskúlur. Mynstrini finna teir úr gomlum blødum og klæðum, og fleiri av teimum kenna vit aftur frá føroyskum troyggjum.



***


Soleiðis ger tú jólatræskúlurnar


Arne og Carlos nýta garnið Rauma fínull, sum er at fáa í Føroyum. Far inn á www.raumaull.no fyri at finna handlar.

Teir nýta stokkar nr, 3 og bandið verdur heklað við heklinál nr 3.


Tá kúlan er liðug bundin, vigar hon umleið 250 gram, og av hesum skal 20 gram verða ullflor, sum verður nýtt at stappa kúluna við. Arne og Carlos nýta Rauma ullflor nr. F01 í natúrhvítum.


Fleiri upplýsingar og góð ráð fáast á www.arne-carlos.com