Bingja fór á sjógv

Fyrrapartin í dag fór ein bingja á sjógv í Havn. 

Bingjan fór á sjógv av molanum, og rak síðani inn móti Vágsbotin, har hon skoraði seg fasta í bátabrúgvarnar.

##med2##

Starvsfólk frá Tórshavnar havn vóru skjótir á staðnum, og saman við losbátunum hjá skipasmiðuni fingu teir bingjuna aftur upp á turt.

Løgreglan hevur ikki fingið fráboðan um nakran skaða av bingjuni.

Sí myndir av bingjuni í myndasavninum.