Birgir Nielsen, sum var ein av stovnarunum og partaeigarunum í FarCargo, nýggja føroyska farmaflogfelagnum, er ikki longur stjóri í flogfelagnum. Tað váttar hann fyri in.fo
Um ársskiftið var Hanus Jakobsen eisini settur sum stjóri aftur at Birgiri Nielsen, og nú er Hanus Jakobsen einsamallur stjóri.
– Hetta er eitt nýtt kapitul í lívi mínum, sigur Birgir Nielsen.
Hann hevur í hesi vikuni havt sín síðsta arbeiðsdag sum stjóri, har hann hevur verið stjóri seinastu trý árini.
– Eg havi nú valt at takka fyri meg og geva stafettuna víðari. Tað hevur verið ein sera spennandi tíð at verið í leiðsluni í FarCargo, saman við nógvum dugnaligum og framskygdum fólki, nevnd, leiðslu, flogmanning og samstarvsfeløgum í Føroyum og uttanlands, sigur Birgir Nielsen.
Farmaflogfarið Eysturoy flýgur nú regluliga við feskum laksi úr Føroyum.
– Vit hava givið føroysku vinnuni nýggjar møguleikar at flyta flogfarm til Føroyar, skjótt, trygt og ikki minst til kappingarførar prísir, sigur Birgir Nielsen, sum nýtir høvi at takka teimum, hann hevur samstarvað við.
– Eisini fari eg at ynskja FarCargo, leiðslu og flogmanning bestu eydnu framyvir.
Birgir Nielsen er framvegis partaeigari í FarCargo.