Tað er nú greitt, at tað verða Birita Adela Davidsen og Mike Viderø, sum sleppa til Moskva av umboða Føroyar í almennu heimsmeistarakappingini í Kareoke Hetta er greitt eftir at tey bæði í gjárkvøldið vunnu kareoke kappingina, sum Glitnir hevur skipað fyri.
Tilsamans vóru 10 mannfólk og seks konufólk við í kappingini og trý mannfólk og trý konufólk komu so allan vegin í finaluna
Mike Viderø sang ?I have Nothing? hjá Whitney Houston og ?New York, New York? hjá Frank Sinatra. Birita Adela Davidsen sang ?Fallen? hjá Alicia Keys og Walking on Sunshine hjá Katrina & the Waves.
Og tað gjørdu tey so sannførandi, at eftir tógvið stríð komu dómararnir til ta niðurstøðu, at tey bæði høvdu klárað seg best í finaluni og at tey tískil vunnu kappingina.
Hinir fýra luttakararnir í finaluni vóru Óluva Maria Højgaard, Durita Sumberg Olsen, Heri Olsen og Dánjal Gomez.
Nógv varð gjørt burtur úr FM finaluni í Glitnir í gjárkvøldið, sum eisini varð varpað beinleiðis út á Rás2.
Høvuðsvinningurin er, at teir báðir vinnararnir sleppa at royna seg í almennu heimsmeistarakappingini Karoeke, sum verður í Moskva í døgunum 23-25. september í ár.
Tey, sum vinna heimsmeistarakappingina, fáa ein eitt árs plátusáttmála umframt ein peningaligan vinning, sum í fjør var 75.000 krónur
Á myndini, sum Tróndur Dalsgarð hevur tikið, eru teir báðir fegnu vinnararnir.