Bjóða føroyingum við til Goodyear Classic

Tá Goodyear sølustjórarnir herfyri vóru á vitjan í Føroyum, bjóðaðu teir føroyingum við til "Goodyear Classic" koyringina fyri ellisakfør, sum verður frá 23. til 24. august í ár.

Goodyear sølustjórin í Norðanlondum, Kenneth Saust, og sølustjórin í Danmark, Flemming Christensen, eru báðir sera áhugaðir í gomlum bilum. Kenneth Saust arbeiðir í løtuni við at seta ein Toyota Corolla KE35, Rallyebil frá 1975, í stand og Flemming Christensen hevur ein Chevrolet frá 30- árunum. Í Danmark skipa Goodyear aftur í ár fyri árligu koyringini við ellisakførum í august mánað. Koyringin er fyri øll bilmerkir sum á ein ella annan hátt hava verið við í rallye ella aðrari kappkoyring. Stórt sæð kunnu øll ellisakfør vera við í hesi koyring. Í ár verður "Goodyear Classic" koyringin frá 23. til 24. august, og bjóða teir føroyingum, sum hava ellisakfør, at vera við. Goodyear gjalda fyri uppihaldi, og tað sum tað kostar at vera við til koyringina. Áhugaði kunnu venda sær til Super Dekk, telefon 314975, at fáa meira at vita um tiltakið.