Í dag byrjar nýggjasta átakið hjá Smyril Line, ið bjóðar øllum føroyingum at luttaka í eini skattaveiðu, har skatturin er ein familjuferð.
Kappingin hevur fingið heitið ”Finn eina ferð”, og snýr tað seg um, at øll tey, sum hava hug at luttaka kunnu leita eftir einum skatti í einum ávísum øki. Skatturin er ein familjuferð við Norrønu fyri tvey vaksin og tvey børn við bili aftur og fram.
Tað verður skipað fyri ikki færri enn seks ymiskum slíkum skattaveiðum. Tær fyrstu eru í dag, og leygardagin verða tvær tær næstu, og leygardagin í næstu viku verða so tær seinastu.
Í dag verður kappast í Klaksvík og Runavík, og kappingin koyrir í ein tíma á hvørju stað.
Hon verður skipað soleiðis, at Smyril Line í samstarvi við in.fo og Rás 2 fer at geva ábendingar um, hvar skatturin er at finna. So hvørt sum tíðin gongur, verða ábendingarnar enn greiðar, og at enda verður tað so onkur, ið finnur skattin.
Tann, sum fyrst finnur skattin, vinnur so eisini ferðina.
Hjá teimum, sum hava hug til at vera við í kappingini, ræður um at fylgja við á in.fo, har tað verður lýst við ábendingunum um, hvar kappingin er, og á hvørjari leið, ið man skal leita eftir vinninginum.
Somuleiðis verður eisini lýst á Rás 2 við ábendingum, og so er bara at royna seg og vita, um man hevur hepni og finnur skattin fyrst.