Leygardagin 1. juni - tað er í morgin - fer Sundalags Bátafelag at skipa fyri bátahugna í Hvalvík. Hetta er eitt tiltak, sum er yngri enn bæði bátastevnan í Vestmanna, bátafestivalurin á Toftum og regattasiglingin í Sundalagnum, sum endar í Hósvík.
Men, hóast hetta bátatiltak í Hvalvík ikki hevur so nógv ár á baki og í stødd og innihaldið ikki kann metast við tær størru bátastevnurnar, so er hetta kortini eitt tiltak, sum nógvir bátasiglarar og onnur gleða seg til.
Bátahugnin í Hvalvík hevur heilt síðan byrjan verið eitt sera hugnaligt tiltak, sum ikki hevur nakra drúgva skrá, men har blíðskapurin altíð er í hásæti.
Tá siglt hevur verið av Selatrað til Hvalvíkar seinnapartin leygardagin, og bátarnir eru komnir at liggja trygt í maritima bátahylinum í Hvalvík, verður høvi hjá øllum bátsmanningum og kampingfólki at fara í tjaldið á bryggjuni til gott smyrjibreyð.
Tað er bygdafólkið, sum stendur saman um smyrjibreyðið, og her eru nógvar hendur í gongd, áðrenn borðreitt verður til mongu gestirnar.
Ein orsøkin til, at bátahugnin í Hvalvík er øðrvísi enn onnur tiltøk av slíkum slag, er, at her er eingin levind og gangur – tó, at her bæði verður felagssangur og harmonikutónleikur, sum hóskar væl til ein bátahugna.
Sunda kommuna hevur syrgt fyri, at maritimu umstøðurnar í bátahylinum í Hvalvík eru framúr, og her hava bátar atgongd til bæði vatn, el og keyp av olju.
Eins og undanfarin ár, sigla bátarnir av Selatrað til Hvalvíkar, har lagt verður til bryggju í bátahylinum. Byrjað verður at sigla klokkan 13.30, og vanligt er, at borgarstjórin, Heðin Zachariasen í bátinum Juvel siglir á odda norður gjøgnum Sundalagið.
Klokkan 14 í morgin fara Áway Service og dekksølan at bjóða grillaðar pylsur og sunkist ókeypis, og soleiðis hevur verið í fleiri ár, tó við einstøkum undantaki.
Tá klokkan verður 17 fara Ørvaroddar at grilla grís og búffar við húsið hjá Sundalags Bátafelag, og her verður høvi at keypa sær mettuna, um onkur hevur brúk fyri tí.
Felagssangur við harmonikuspæli verður í tjaldinum klokkan 20.30, og klokkan 23 verður drigið um lutaseðlar. Sundalags Bátafelag letur heilsa og sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin til bátahugnan í Hvalvík leygardagin.