Tað var landsstýrismaðurin í oljumálum, sum setti oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í morgun. Bjarni Djurholm. Hann fegnaðist um stóra áhugan fyri føroysku undirgrundini og vísti á, at tá áhugin fyri oljuleiting tók seg upp fyrst 90-unum, varð jarðfrøði ikki tað fakið, sum stóð ovast á ynskilistanum hjá føroyskum studentum. Men hetta er nú broytt. Eg eri tí fegin um at síggja, at eitt vaksandi tal av studentum velja hesa leiðina, og tí gleddi tað meg eisini at síggja, at fyrireikararnir av ráðstevnuni hava givið føroyskum jarðfrøðislesandi oø. Møguleika at hitta umboð fyri oljuvinnuna, teirra møguligu arbeiðsgevarum. Klokkan 17 verður nevniliga slíkt høvi hjá studentum.
Landsstýrismaðurin fekk alt oljufólkið at halda ondini, tá hann kom inn á boringina hjá Stena Don á landgrunninum. Men her var hvørki dukkufretur ella nøkur bumba slept. Hann segði, at boringin heldur fram, men tað fer at ganga ein mánaði ella so, áðrenn boringin er liðug og man kann kunngera úrslitið.
Landsstýrismaðurin vísti síðani á brunnin, ið BP sum fyristøðufelag fer at bora í 2007. Somuleiðis hevur ENI boða frá, at tað fer at bora í 2008. Aftrat hesum verða fleiri brunnar boraði í bretska partinum av Atlantsmótinum og alt hetta virksemið ger, at Føroyar gerast alt sjónligari á oljukortinum.
Hesin vaksandi áhugi og virksemið hevur gjørt, at landsstýrismaðurin hevur heitt á Jarðfeingi um at fyrireika 3. Loyvisrunduna á landgrunninum. Hon verður latin upp næsta heyst. Fyrstu fyrireikingarnar eru longu í gongd og hyggja jarðfrøðingar í løtuni eftir áhugaverdum økjum at bjóða út. Útbjóðing fer eisini at fevna um øki, sum fyrr hava verið bjóðað út.
Bjarni Djurholm helt fyri, at ein nýggj útbjóðing gevur eisini myndugleikunum møguleika fyri at enduskorða treytir og reglur og skipanina sum heild. Eg sigi ikki, at tað fara at verða gjørdar stórar broytingar, men allar skipanir eiga at verða endavendar og evalueraðar sohvørt. Í hesum sambandi fara loyvishavarar sjálvandi at verða tiknir við uppá ráð. Vit síggja fegnir, at loyvishavarar gerast virknir luttakarar og partnarar.
Landsstýrismaðurin minti eisini á týdningin at leitingin í føroyskum øki skal hava sítt støði í Føroyum frá tí at oljufeløgini skulu hava fastan bústað her eins og tey tryggja, at føroysk luttøka er partur av virkseminum.
Bjarni Djurholm setir oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Mynd Jens K Vang.
Nógvir útlendskir granskarar og oljufólk hava leitað sær til Føroya at vera við á ráðstevnu um oljuleiting um okkara leiðir. Mynd Jens K Vang.