- Vit heilsa teimum vælkomnum við almennum stovnum út á bygd, tað er eingin ivi um tað.
Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.
Bill Justinussen, Magnus Rasmussen og Kári P. Højgaard løgdu herfyri eitt uppskot fram um, at almennir stovnar skulu í størri mun leggjast úti á bygd.
Brandur Sandoy heldur, at hugskotið er gott, tí sum hann sigur, so skilir hann ikki reiðiliga hví alt skal liggja í Havn, serliga stovnar har viðskiftafólk ikki hava fyri neyðini at koma á gátt.
- Vit síggja tað alt meira, at ov nógv endar í Havn. Eisini tá verkætlanir sum til dømis Sandoyartunnilin verður gjørd, tá enda skattapengarnir hjá teimum, sum koma her at arbeiða allir í Havn, sigur Brandur Sandoy.
Hann metir, at tað vildi verið eitt gott átak, um fleiri almennir stovnar kundu verið spjaddir kring landið, tí tað hevði gjørt tað meira áhugavert hjá fólki at koma út á bygd, bæði at búð og arbeitt.
- Tørvur er á, at gera ein skipaða tilgongd, sum kundi lýst hvør stovnur kundi verið fluttur útum Havnina. Tað hevði verið ein góð byrjan, sigur Brandur Sandoy.