Meðan hon lá og kikkaði eftir ondini á breytini, gjørdu hjálparfólk hana varuga við, at henni framvegis vantaði at renna ein umgang. Fyriløgst stríddi hon seg uppaftur á føtur, og rann síðani seinasta umgangin, áðrenn hon small saman tá hon kom um mállinjuna fyri seinastu ferð.
Áskoðarar og eygleiðarar stóðu spyrjandi. Tað vísti seg, at Bjørk var yvirhálað av einari aðrari. Tá henda fór undir at renna seinasta umgangin, góvu hjálparfólkini tekin um, at hetta var hennara síðsti túrur. Her er tað, at Bjørk helst hevur mistikið seg og hildið, at hetta eisini var galdandi fyri hana, og tískil gav hon alt hon orkaði ein umgang ov tíðliga.
Lá til 19 minuttir
Tað sá annars rættiliga gott út hjá Bjørk. Ein millumtíð vísti, at hon rann breytina runt við tíðini 3,45, og við tí tíðini hevði Bjørk helst komið á mál umleið teir 19 minuttirnar. Hetta er ikki hennara besta tíð, men eitt frálíkt úrslit, tá hugsað verður um hitan og øðrvísi umstøðurnar, sum eru galdandi á Rhodos.
Men heldur enn at koma á mál við hesari tíðini, so gjørdist tíðin 19,37 hjá 15 ára gomlu havnardamuni. Hetta er meiri enn ein minutt av persónliga metinum hjá Bjørk, sum eisini er føroyskt met. Hetta rakk tó til eitt 11. pláss av tilsamans 16 luttakarum. Fýra fullførdu ikki, meðan Bjørk var frammanfyri eina aðra, hóast hon hevði ein rúman steðg og helt seg vera lidna, tá hon manglaði at renna síðsta umgangin.
Rann uttan orku
Tá Bjørk kom um mállinjuna fyri seinastu ferð, tveitti hon seg niður breytina og har bleiv hon liggjandi. Læknar og hjálparfólk fylktust rundan um hana, og løtu seinni varð hon borin av breytini og inn í ein sjúkrabil, sum síðani flutti hana á sjúkrahús.
Har hevur Bjørk ligið undir observatión í nátt. Orsøkin er, at hon varð avmaktað eftir seinasta umgangin, tá hon hevði runnið upp á orku, sum hon í veruleikanum ikki hevði, síðani hon brúkti alt hon orkaði til næstseinasta umgangin, sum hon helt vera tann seinasta. Hóast tað sá ógvusligt út, so er støðan hjá Bjørk góð, skilst.