Hilmar Jan Hansen
Tað gongur við rúkandi ferð framá hjá 20 ára gomlu Bjørk Herup Olsen yviri í USA, har hon bæði gongur í skúla og ger nógv við renningina. Eftir at fyrsta ár hennara í Greenville í North Carolina var eitt vónbrot, tí hon ikki tók seg fram, hevur hon nú veruliga fingið ferð á og støðuga framgongd.
Hetta sást veruliga aftur fríggjakvøldið, tá Føroya fremsti kvinnuligi rennari tey síðstu árini enn eina ferð gjørdist tann fyrsta at koma niður um eina ávísa tíð. Hesa ferð gjørdist hon fyrsta føroyska kvinna, sum kom undir 37 metrar á 10.000 metra teininum.
Tað gjørdi hon í eini kapping í North Carolina, har tíð hennara bleiv 36.58,27 minuttir, sum er ein stór betring av hennara egna føroyska meti upp á 30 sekund. Tað metið setti hon í fjørsummar á Oyggjaleikunum á Isle of Wight, har hon vann silvur.
Sum skilst, var Bjørk ikki ordiliga nøgd við renningina, hóast hon fekk skorið nógv av tíðini og sett sannførandi met, tí longu eftir fyrstu 5.000 metrarnar fekk hon trupulleikar við tjúkkanum, og hesir trupulleikar darvaðu hana síðsta helmingin av renningini fríggjakvøldið.
Bjørk Herup Olsen, sum eigur yvir 10 føroysk met í bæði innandura og uttandura renning, hevur bara í ár gjørt fleiri ferðir vart við seg. Á eini stevnu í Ohio í februar bøtti hon sítt egna met á 5.000 metrum við næstan hálvumøðrum minutti, og eisini bleiv hon í einari kapping í Pennsylvania í januar fyrsta føroyska kvinna, sum rann 3.000 metrar upp á minni enn 10 minuttir.
hilmarjan@sosialurin.fo