Bjørk Herup Olsen rann teir 10 kilometrarnar uppá 38,57 min. Gamla metið átti Sunnuvá Bjarnastein. Hon rann 39,51 min í somu kapping 27. mars í 1999.
18 luttakarar vóru í kappingini, har tey vaksnu runnu 10 km og børnini 5 km. Umstøðurnar at renna vóru sum heild góðar. Tað var turt, men eitt kalt lot í støðum á rutuni.
Várkappingin var samstundis seinasta umfar av Vetrarkappingini í renning.
Bjørk Herup Olsen vann kappingina hjá kvinnum frammanfyri Fríðunn Steinberg og Karin Kirke Petersen úr Treystinum. Bjørk og Fríðunn gjørdust nummar eitt og tvey í samlaðu kappingini.
Hjá monnum vann Guttorm Sørensen úr Treysti við 33,55 min frammanfyri Andrias Hansen úr Bragdinum og Borgar Biskopstø úr Treysti. Hesir tríggir gjørdust eisini nummar 1, 2 og 3 í samanløgdu vetrarkappingini.
Borgar Biskopstø úr Treysti vann veteranbólkin við tíðini 36,14, frammanfyri Pól Sundskarð úr Treysti og Regin Jóanesarson úr Bragdinum. Borgar og Regin gjørdust nummar eitt og tvey í samanløgdu kappingini.
Kappingina hjá gentum vann Rannvá Djurholm úr Bragdinum við tíðini 20,16 min, frammanfyri Rebekku Fuglø og Moniku Biskopstø úr Treysti. Rebekka vann samlaðu kappingina frammanfyri Bjørk Reynagarð Svabo úr Frælsi.
Hjá dreingjunum gjørdist Regin Joensen fyrstur á mál við tíðini 20,51. Nummar tvey bleiv Johannes Kristensen. Teir renna báðir fyri Bragdið. Teir gjørdust eisini nummar eitt og tvey í vetrarkappingini.