Ólavur Waag Høgnesen
Politiska og fyrisitingarliga skipanin hevði í farnu viku høvi vil at møta einum av royndastu og dugnaligastu politikarunum í danskari søgu, fyrrverandi forsætisráðharranum, Poul Schlüter. Tá ið Schluter og stjórn hansara við honum legði frá sær, so var tað, orsakað av tí sokallaða Tamil-málinum, ein bumba, ið løgmálaráðharrin Erik Ninn-Hansen hevði lagt undir stjórnina.
Erik Ninn-Hansen mátti standa skúlarætt yvirfyri trimum instansum umframt Fólkatinginum: Fólkatingsins Umboðsmanni, einum kanningarrætti og at enda ríkisrættinum. Málið fekk eisini avleiðingar fyri fleiri av embætisfólkunum. Tamil-málið snúði seg um, at Ninn-Hansen bað fyrisitingina lata vera við at avgreiða umsóknir um familjusamanføring av útlendingum.
Innan løgfrøðina verður skilt millum tvey sløg av dráli, sambært Poul Andersen, ein av teimum stóru í danskari løgfrøði, sum í 1965 skrivaði greinina "Forsinkelse í den offentlige forvaltning":
1.Simpult drál: Tá er talan um forsømilsi og væntandi eftirlit, heldur enn tilætlað drál
2.Kvalifiserað drál: Tá er talan um tilætlað drál, har fyrisitingin leggur seg eftir at fremja eitt ólógligt endamál (`magtfordrejning')
Sum dømi um tilætlað drál nevnir Poul Andersen, at "myndugleikin [við at drála] heldur seg fáa møguleika fyri eini avgerð, sum hann ynskir sær, við eini lógarbroyting ella einari broyting av faktiskum viðurskiftum". Hettar at fyrisitingin brúkar sína maktstøðu til at fremja eitt ólógligt endamál, verður eisini rópt `magtfordrejning'.
Í Fiskimálaráðnum hevur eitt mál spøkt í rúma tíð, tað sokallaða Thomas Nygaard-málið. Skipið er ræðisavmarkað (hevur einki veiðiloyvi); tað hevur eigarin søkt um at fáa. Mangt er, sum bendir á, at Fiskimálaráðið satsar uppá, at tað við at drála fær tikið ta avgerð, sum tað ynskir sær, tí fyrsta dagin kemur í gildi lógarbroyting, ið forðar fyri, at "Thomas Nygaard" kann fáa veiðiloyvi.
Eg ein stóran ...
Forsøgan er hendan. Fram til 2002 hevði lógin um vinnuligan fiskiskap eitt skott, sum segði, at tað bar ikki til at flyta dagar ella loyvi av skipum, minni enn 40 BRT yvir á skip, størri enn 40 BRT. Men línuskipini vildu hava fleiri fiskidagar. Tað eydnaðist, tí í mars 2002 var 40 BRT-skottið tikið burtur. Avleiðingin varð, at dastið av 20 tonsarunum varð keypt upp av línuskipunum.
So hendi tað, at loyvir av útróðrarbátum vórðu løgd saman og flutt yvir á línuskip (Jógvan S og Skørin, og fyri tað West Freezer o.a.). Tí varð strongt á politiska myndug-leikan um at fáa skott sett í aftur lógina, og 4. mars í ár legði Bjørn Kalsø uppskot um hetta fyri tingið. Sambært uppskotinum skal skott setast í aftur (110 tons), so tað ikki ber til at selja loyvir og dagar tvørtur um hettar mark. Men uppskotið er ikki lýst sum lóg; tað er samtykt við 2. viðgerð, og 3. viðgerð er sett at vera í dag.
Tað er lítið at ivast í, at tað verður politiskt rok, fær "Thomas Nygaard" veiðiloyvi. Tí er hugsandi, at drála verður við at útskriva veiðiloyvi, líkamikið hvat galdandi reglur siga ... Spurningurin er, um Thomas Nygaard-málið er ein føroysk Tamil-bumba. Um so er, er taða so embætisverkið, sum hevur lagt hana undir Bjørn Kalsø? Ella hevur landsstýrismaðurin lagt bumbuna undir samgonguna? Og veit løgmaður um bumbuna? Brestur hon ella verður hon demonterað í 12. tíma ...?
Veiðiloyvið hvarv!
Í heyst keypti Pf. Vest Trading í Vestmanna línuskipið "Thomas Nygaard" við ongum veiðu- og fiskiloyvi. Felagið átti frammanundan "Havbúgvan", ið er 307 rúmmetrar. Av tí at veiðiloyvi av "Norðfinni" (fyrr "Vesturleitið") var flutt yvir á "Havbúgvan", so var veiðiloyvi hjá Havbúgvanum uppá 631 rúmmetrar. 21. januar søkir Pf. Vest Trading um at fáa loyvi av "Havbúgvanum" flutt yvir á "Thomas Nygaard", og tað skuldi verið lagamanni, eftirsum hann bert er 596 rúmmetrar.
Men Fiskimálaráðið svarar meira enn tveir mánaðir seinni 0), av "Havbúgvin bara hevur ta fiskiorku, sum støddin á skipinum [307 rúmmetrar] gevur tí rætt til. Fiskiorkan frá øðrum veiðiloyvum, ið eru flutt á Havbúgvan, eru ikki málinum viðkomandi." Við øðrum orðum: Teir 324 nýggju rúmmetrarnir, ið eru fluttir av "Norðfinni" og yvir á "Havbúgvan" (og sum hava eitt virði uppá kanska 500-600.000 kr.) eru horvnir út í ta bláu luft! Eingin greinilig grundgeving er fyri tulkingini heldur.
Hendan tulkingin av §8 stk. 2 er greitt í stríð við lógina og eisini við praksis frammanundan. T.d. var loyvi av einum skipi uppá 237 rúmmetrar flutt yvir á "Presttanga", ið var minni enn 200 rúmmetrar; men reiðariið fekk váttan fyri, at tað kundi fáa sær annað skip í staðin upp til 237 rúmmetrar. Sjálvandi ! Nýggja tulkingin hjá Fiskimálaráðnum er snøgt sagt høpisleys fyri tann, sum fæst við skiparakstur. Grundgevingin fyri noktandi svarinum heldur snøgt sagt ikki.
Jørgen'sa lóg úr gildi?
Síðani sendi felagið eina nýggja umsókn. Biðið var um, at loyvini av Havna-tindi og Reynir vórðu flutt yvir á "Norðfinn", og at loyvini av "Norðfinni" og "Havbúgvanum" síðani vórðu flutt yvir á Thomas Nygaard. Nevndu loyvi eru størri enn "Thomas Nygaard", so tann treytin er lokin. Enn hevur Fiski-málaráðið ikki svarað umsóknini, men av munnligum samskifti skilst, at Fiskimálaráðið heldur uppá, at heimild er ikki fyri hesum. Grundgevingin er, at talan er um trý loyvir (Havbúgvin, Havnatindur og Reynir). §8 stk. 3 í lógini heimilar at tvey loyvir verða løgd saman, ikki fleiri. Hóast tingið í 1999 broytti lógina soleiðis, at bert tvey loyvir kundu leggjast saman, so bleiv orðingin frá fyrsta degi umsitin eftir Jørgen'sa lóg ella lex Jørgen. Landsstýrismaðurin Jørgen Niclasen staðfesti, at legði tú tvey loyvir saman, so vóru tey eitt, og einki var til hindurs fyri at leggja hetta nýggja loyvi saman við einum triðja loyvi.
Hvørt heimild er fyri einum noktandi svari við teirri grundgeving, at talan er um fleiri enn tvey veiðiloyvir, skal ikki takast dagar í millum her. So mikið er í hvussu er greitt: Slíkar samanleggingar eru gjørdar í fleiri førum, eisini av sitandi landsstýrismanni. Tingið, ið hevur eftirlit við fyrisitingini av lógini, hevur ikki hildið seg havt orsøk fyri at reisa misálit ímóti fyrrverandi landsstýrismanninum, tíansheldur hesum. Fiskimálaráðið hevur eftir øllum at døma gjørt eina kúvending í fyrisitingini av ásetingini um samanlegging uttan nakra almenna kunning sum helst.
D-R-Á-L ...
Fyri ikki at standa eftir við einum skipið uttan fiskiloyvi, so sendir Pf. Vest Trading eina nýggja umsókn til Fiskimálaráðið. Søkt verður um, at loyvini av "Havbúgvanum" og "Gullborgini" verða flutt yvir á "Thomas Nygaard". Her er sostatt bert talan um tvey loyvi, og rúmmetratalið ríkiligt. Men felagið hevur einki svar fingið. Kemur ein játtandi avgerð ikki í vikuni, so kann fyrisitingin svara umsøkjarnum, at nýggj lóg er komin í gildi, sum hevur við sær, at fyrisitingin noyðist at svara, at lógarheimild er ikki fyri at geva "Thomas Nygaard" veiði-loyvi, tí veiðiloyvi av "Havbúgvanum" skal syft-ast yvir um 110 tons markið.
Fleiri ábendingar eru um, at talan er um, at Fiski-málaráðið drálar við be-ráddum huga. Sum longu nevnt hevur Fiskimálaráðið meiri enn tveir mánaðir um at viðgera fyrstu umsókn-ina, og svarið er stuttorðað og uttan nakra veruliga grundgeving. Fiskimála-ráðið viðgongur beinleiðis, at tað hevur brúkt ov nógva tíð: "Vónandi bera tygum yvir at umsóknin nústani verður svarað", skrivar ráðið at enda í brævinum. Hettar skal samanhaldast við, at mál áður hava verið avgreidd uppá onga tíð at kalla (2-5 dagar).
Í samrøðum í Sosialinum 3. og 23. februar sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at hann ætlar sær at tálma ella steðga umsetiligheitini, meðan ein arbeiðsbólkur arbeiðir við at rudda upp í lógini. Hetta kann illa skiljast øðrvísi enn so, at Fiskimálaráðið ikki ætlar sær at avgreiða ella játta umsóknum, ið hava við sær samanleggingar, sum man politiskt ikki brýggjar seg um.
Í brævi, dagfest 22. mars, har fyrsta umsóknin verður svarað noktandi, skrivar Fiskimálaráðið: "Til seinast skal verða víst á, at uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap í løtuni er til viðgerðar í løgtinginum (løgtingsmál nr. 88/2004). Uppskotið hevur m. a. tað mál, at tað frameftir ikki verður loyvt at f fyta veiðiloyvi ella fiskidagar frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt". Hetta er heilt burturvið: Hvat hevur eitt uppskot, sum ikki er samtykt og lýst sum lóg at gera við eitt mál, ið skal viðgerast eftir galdandi reglum? Hetta kann illa lesast øðrvísi, enn eitt prei um, at umsøkjarin kann spara sær ómakin ...
Stutt sagt: Fyrisitingin meldar time out og suspenderar galdandi reglur til nýggjar eru samtyktar ...!
Politikkur fram um rættartrygd?
Tað er eingin ivi um, at tingið fer at samtykkja, at skott verður sett í ímillum línuskipini og smærru bátarnar. Hóast Thomas Nygaard-málið er heitur politskur greytur, so skuldi ein trúð, at landsins ting sá til, at rættartrygdin er í hásæti. Men nevndin tekur fult undir við, at galdandi reglur ikki skulu galda fyri summi: "Eisini hevur nevndin álit á, at landsstýrismaðurin ikki avgreiðir ivasamar umsóknir, meðan broytingaruppskotið er til viðgerðar í tinginum ". Hetta er skelkandi lesnaður frá einari tingnevnd: Her stendur snøgt sagt, at fyrisitingin skal sita hendur í favn, til uppskotið er samtykt í tinginum, tí so verður fyrisitið eftir núverandi politiska viljanum, ikki neyðturviliga eftir galdandi reglum.
Men hvat embætisfólk, vinnulívsfólk og tingfólk hugsa og halda og meina um, hvussu lógin átti at verið, ja tað er óviðkomandi fyri viðgerðina av Thomas Nygaard-málinum, ið skal viðgerast eftir galdandi reglum.
Avgerð ella skiftisreglu
Tær umsóknir, sum ikki eru avgjørdar, tá ið lógin verður lýst, skulu viðgerast eftir nýggju ásetingini, uttan so ein skiftisregla verður sett inn í lógina, t.d. at umsóknir, sum eru komnar inn áðrenn lógin var endaliga samtykt skulu viðgerast eftir núverandi heimildum. Hvat nú, um umsøkjarin stendur eftir við svarta peri, t.e. einum skipi, sum ikki ella illa slepst av við? Er alt farið reglurætt fram, t.d. at fyrisitingin ikki hevur brúkt óneyðugt drúgva tíð, ja so er einki at gera. Hinvegin, um drál í fyrisitingini hevur við sær figgj arligan miss, so kann umsøkj arin krevja myndugleikan eftir endurgjaldi, líka mikið um talan er um ótilætlað ella tilætlað drál.
Tá ið talan er um tilætlað drál, skrivar áður nevndi Poul Andersen: "Tað kann eisini gerast ein spurningur um, hvort tann umsokjarin, sum verður raktur av drálinum, beinleiðis kann gera rættarstøðu sína galdandi hóast [eina noktandi] avgerð á nýggja grundarlagnum ",
tað vil í hesum føri siga ? um tað verður staðfest, at talan hevur verið um tilætlað drál og at skipið átti at fingið veiðiloyvi sambært núgaldandi reglum ? at umsøkjarin kann gera krav uppá, at "Thomas Nygaard" fær loyvi, hóast nýggju reglurnar eru komnar í gildi. Landsstýrismaðurin hevur sjálvandi altíð politisku ábyrgdina fyri umsitingini av einum málsøki. Tá ið talan er um tilætlað drál, so kann eisini verða talan um ábyrgd eftir revsilógini, t.v.s., at tilætlað drál kann verða roknað sum kriminelt.
Hvørt "Thomas Nygaard" skal hava veiðiloyvi ella ikki, er ein avgerð, sum Fiskimálaráðið eigur at taka. Antin eitt væl grundað, noktandi svar ella eitt játtandi svar. Tað er ikki sømiligt at velja at lata vera við at taka eina avgerð fyri harvið at røkka tí úrsliti ein ynskir. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur endaligu ábyrgdina. Hann hevur í hvussu er nakað at hugsa um, nú lógaruppskotið verður samtykt. Og skotbráið er stutt. Fyri hann og fyri álitið á fyrisitingina og politisku skipanina yvirhøvir er at vóna, at hann ikki endar sína politisku karrieru sum BjørNinn Kalsø .. .
??????
Lógin um vinnuligan fiskiskap
Lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í 1994. Fiskirikidømi undir Føroyum er ogn Føroya fólks, og endamálið í umsitingini av hesum ríkidømi er at gagnnýta tilfeingið burðardygt lívfrøðiliga og búskaparliga, og í viðmerkingunum sæst, at hettar skal gerast á marknaðartreytum.
Veiðiloyvi
Í lógini um vinnuligan fiskiskap verður hvørt einstakt fiskifarið skil-markað sum ein eind við einum veiðuloyvi. Veiðuloyvi er knýtt at skipinum og hevur tvinnanda tættir:
c)Veiðuloyvi er eitt slag av skrásetingarskjali frá myndugleikan-um, ið sigur at tú hevur rætt til at fiska; t.v.s., uttan veiðiloyvi, eingin fiskiskapur, men veiðiloyvi í sær sjálvum er ikki nóg mikið, bara fortreytin. Tú mást hava fiskiloyvi omaná so at siga (sí niðanfyri)
d)Veiðuloyvi ásetur, hvussu stórt fiskifarið í mesta lagi kann vera. Tey fiskifør, sum vóru í flotanum, tá ið lógin kom í gildi, fingu veiðiloyvi, og støddin á hvørjum einstøkum skipi avgjørdi støddina á veiðiloyvinum
Fiskiloyvi og -dagar
Hvørt einstakt fiskifar síni egnu, avmarkaði fiskirættindi; upprunaliga var hettar sum kvota (tons), men seinni var hettar broytt til fiskidagar. Tey fiskifør, sum vóru í flotanum í 1994, fingu sum nevnt veiðiloyvi og tillutað ávíst tal av fiskidøgum (línuskip t. d. 120, bátar 15-40 BRT 80 o.s.frv.), og hettar er fiskiloyvi við so og so nógvum døgum.
Umseting av fiskidøgum
Fiskidagar kunnu avhendast (seljast ella leigast) frá einum fiskifari til annað. Men ikki púra frítt. Lógin hevur tvey uppbýti. Annað er millum trol og húk, og har er reglan tann, at ein húkafar kann ikki avhenda dagar til trolfar ella øvugt.
Hitt uppbýtið er innanfyri ávikavist húk og trol, har verður býtt upp í skipastøddir. Fyrst er at siga, at 15 tons er markið millum smábátar (bólkur 5) og aðrar, og lógin setur fullkomið bann fyri at selja fiskidagar um hetta mark. Halda vit okkum til húkaflotan, so vóru bólkarnir upp-runaliga bólkur 4A (15-40 BRT), bólkur 4B (40-110 BRT) og bólkur 3 (størri enn 110 BRT). Her kundu fiskidagar umsetast frítt, tó ikki tvørtur um 40 tons-markið. Tá ið fiskidagar verða umsettir millum fiskifør, sum eru ymisk til støddar, so verður umroknað eftir eini talvu, ið er grundað á rúmmetrar. Keypir t.d. eitt línuskip 100 dagar frá einum 20 tonsara, so fær línuskipið 35 dagar burturúr.
Í 2002 var 40 BRT-skottið tikið burtur, og síðani hava línuskipini keypt ein stóran part av døgunum hjá serliga 20 tonsarunum. Í løgtinginum liggur eitt uppskot um at seta skott í aftur við 110 tons, soleiðis at dagar ikki kunnu avhendast tvørtur um hetta mark. Tað er ein treyt fyri at kunna avhenda fiskidagar ? líka mikið um tað er endaligt ella til leigu ? at tann, sum avhendar, hevur brúkt í minsta lagi 60% av tillutaðu fiskidøgunum í undanfarna fiskiári.
Flyting og samanlegging av veiðiloyvum
Sambært §8 er loyvt at flyta og/ella leggja veiðiloyvir saman.
5)Tað er loyvt at flyta veiðuloyvi av einum fiskifari yvir á eitt annað, sum ikki hevur veiðiloyvi
6)Tað er loyvt at flyta veiðiloyvi av einum fiskifari yvir á eitt annað fiskifar, sum hevur loyvi (samanlegging)
7)
10)Tað er loyvt at flyta tvey veiðiloyvi yvir á eitt fiskifar, sum ikki hevur veiðiloyvi (í upprunalógini stóð bara "veiðiloyvi", ikki "tvey veiðiloyvi", t.v.s. at fleiri loyvir kundu leggjast saman, men hettar var broytt í 1999)
13)Verður eitt fiskifar lagt med alla ella strika úr skipaskránni, so er loyvt at liggja inni' við loyvinum í upp til tvey ár uttan at tað verður flutt á annað fiskifar
Treytin er altíð, at fiskiorkan hjá skipinum, sum veiðiloyvi(r) verða flutt yvir á, hevur somu ella minni veiðu-orku, ongantíð størri. Tá ið tala er um `veiðiloyvi', so er talan um upprunaloyvini frá 1994, bæði tá ið tað kemur til tal av loyvum, men eisini støddina á tí einstaka loyvinum, so tann, sum hevur rættindi, veit, hvørj ar fortreytirnar eru fyri virkseminum.
Tað, sum er skrivað viðvíkjandi fiskidøgum omanfyri, tá ið kemur til umseting millum bólkar er eisini galdandi fyri veiðiloyvir: Flytast kundi ikki tvørtur um 40 BRT-markið, men tað varð avtikið. Sambært uppskoti frá landsstýrismanninum skal skott setast í aftur, soleiðis av veiðiloyvir undir 110 tons ikki kunnu avhendast til fiskifør omanfyri 110 tons og øvugt.
???????????
Tamil-málið
Tamil-málið snúði seg um, at løgmálaráðharrin Erik Ninn-Hansen ikki brýggjaði seg um eina áseting í útlendingalógini, tí ásetingin hevði óundansleppandi við sær, at fleiri útlendingar komu til landið; ásetingin gav flóttafólki rætt til sokallaða familjusamanføring, t.v.s. at fáa hjúnarfelaga og børn til Danmarkar, og var eitt sonevnt rættarkrav eins og tú t.d. hevur rættar-krav uppá fólkapensión, tá ið tú fyllir 67.
Tað var tí púra greitt ? ikki minst fyri Ninn-Hansen, ið sjálvur er løgfrøðingur ? at tað var ólógligt at nokta umsøkjarunum samanføring ella ikki at avgreiða umsóknirnar. Fyri at sleppa undan, at misálit varð reist ímóti sær, so royndi Ninn-Hansen at `dekka seg inn' í Fólkatingsins Rættarnevnd: Hann bað nevndina um undirtøku fyri, at bert eitt avmarkað tal av umsóknum um familjusamanføring skuldi viðgerast á hvørjum ári. Men Rættarnevndin tók ikki undir við Ninn-Hansen (løgfrøðiliga hevði tað kortini ongan mun gjørt, tí tað er ráðharrin og ikki tingið, ið hevði ábyrgdina fyri fyrisitingina av lógini). Erik Ninn-Han-sen bað kortini fyrisitingina drála, so at familjusamanføringarnar ikki vórðu framdar. Sum grundgeving brúkti hann, at talan var um at vinna tíð, eftirsum útlit vóru fyri, at støðan á Sri Lanka fór at batna í næstu framtíð. Hendi tað, so slapp Ninn-Hansen ikki bara undan at fremja familjusamanføringarnar, hann kundi eisini senda flóttafólkini (umsøkjararnar) heim.
Fyrisitingin gjørdi sum henni varð álagt. Umsóknirnar hópaðu seg upp, í allarflestu førum viðgjørdar til fulnar, men ikki avgreiddar, eftirsum eingin formlig avgerð varð tikin og fráboðað um-søkjarunum.
Fólkatingsins Umboðsmaður fekk klagur frá 37 umsøkjarum (tá lógu 123 mál í bunkanum). Umboðsmaðurin staðfesti, at hald var ikki í pástandinum um, at viðurskiftini á Sri Lanka fóru at batna, um tað mundið, tá ið avgerðin um niðurprioritering varð tikin. Hann stað-festi eisini, at tað sjálvandi ikki er ólógligt í sjálvum sær, at ein fyrisiting prioriterar, men
a) prioriteringin má
I hesum føri, staðfesti umboðsmaðurin, var talan var um ókompliserað mál, ið vóru nóg væl upplýst, men sum høvdu tikið ósamsvar-andi drúgva tíð (16 mánaðir ímóti vanliga 4). Talan var als ikki um nakað resursutrot, og at málini áttu at verið avgreidd fyri langari tíð síðani. Soleiðis sum um-boðsmaðurin lýsir málið hava fleiri løgfrøðingar hildið tað vera løgið, at hann ikki helt seg hava grundarlag fyri at kunna staðfesta, at talan var um tilætlað drál. Seinni staðfestu bæði serligi kanningarrætturin og Ríkisrætturin, at talan var ólógligt drál.