Bjørt Samuelsen skal kunna frá Løgmansskrivstovuni

Tíðindaskriv

Bjørt Samuelsen í Havn er sett í starvið sum kunning-arrágevi á Løgmansskriv-stovuni.
Hon er 39 ára gomul og útbúgvin tíðindafólk. Hon hevur í mong ár arbeitt á fjølmiðlaøkinum í Føroyum og uttanlands. Hon búði í Noreg í nøkur ár og starvaðist tá hjá NRK. Í Føroyum var hon fyrst í Útvarpi Føroya og seinni í Sjónvarpi Føroya.
Tað var nýggja samgong-an, sum í samgonguskjalin-um setti sær fyri, at fyrisitingin skuldi gerast meira opin og einføld fyri brúk-ararnar, og tí varð starvið lýst leyst herfyri.
Bjørt Samuelsen byrjar í starvinum longu hálvan desember, og er starvið tíðaravmarkað til trý ár. Fjúrtan fólk søktu starvið.