Bjarga innandura ítrótti í Havn í vetur

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja nýtt tak á ítróttarhøllina á Hálsi.

 

Arbeiðið skal byrja beinanvegin so at tað kann verða liðugt til hondbólturin byrjar aftur í heyst.

 

Á býráðsfundi í kvøld varð ført fram, at hetta er alneyðugt at gera fyri yvirhøvur at kunnað spæla hondbólt í høllini í vetur.

 

Tá ið finalurnar í hondbólti vóru í vár, var um reppið, at tær máttu útsetast, tí takið lak sum sáldið við teirri avleiðing, at fleiri hylar vóru á gólvinum, sum vóru til vanda fyri spælararnar.

 

Takið hevur leingi trongt til at at verða skift, men nú slepst ikki undan, skal tað yvirhøvur bera til at brúka høllina í vetur, sigur býráðið.

 

Samstundis sum takið verður skift, er ætlanin at bjálvað og nýggj ventilatiónsskipan verður sett upp.

 

Nú skal avgerð takast upp um takið skal skiftast fyrst í summar, so at innanduraarbeiðið kann gerast aftan á.

 

Býráðið hevur samtykt at játta 10 milliónir krónur av til arbeiðið, eitt nú verða 1,7 millión tikin av eini játtan til ítróttarhøllina í Hoyvík.

 

Tað ber til at taka 1,7 millión av høllini í Hoyvík, uttan at darva virkseminum, men verður takið á høllini á Hálsi ikki skift, ber rætt og slætt ikki til at brúka hana í vetur.

 

Arbeiðið skal nú bjóðast út, har tað verða fimm arbeiðstakarar, sum sleppa at kappast um arbeiðið.