Bjargaður av ísflaka

Ein 12 ára gamal finskur drongur bleiv bjargaður, tá hann endaði á einum ísflaka, sum fór rekandi við streyminum í Torne-ánni.

Nú greiðir 12 ára gamli Axel Alanentalo svenska dagblaðnum, Norrbottens-Kuriren, frá hendingini fríggjakvøldið, ið lættliga kundi havt kostað honum lívið.

– Sjálvandi var eg bangin, sigur hann og greiðir frá, hvussu hann og tríggir vinmenn skuldu klintra undir brúnni millum Övertorne-ánna og Finnland, tá Axel var áhældsin og datt niður í ísakalda vatnið.



– Eg stóð undir vatni heilt upp til hálsin, men høvdið fór ongantíð undir. Við hondunum fekk eg fatur í einum lítlum íspetti, sum eg slapp uppá, sigur hann.



Leyp í ánna

Bæði svenska og finska bjargingartænastan blivu boðsendar og komu á staðið, har leiðarin fyri tilbúgvingini á staðnum mátti brúka kikara fyri at síggja tann 12 ára gamla drongin á lítla ísflakanum.



Tað bleiv so ein parttíðarbrandmaður, Jonas Åkerholm, sum fekk uppgávuna at fara út í ánna á eini sokallaðari Hansa-børu, sum er ein bjargingarbøra, ið minnir um eina brimfjøl.



– Men eg má viðganga, at eg slett ikki trúði, at hann fór at koma vegin fram og bjarga mær. Hann rópti á meg og bað meg sita stillan á flakanum, sigur Axel Alanentalo við Norrbottens-Kuriren.



Ongantíð aftur

Umleið ein kilometur longur niðri í ánni eydnaðist tó brandmanninum at koma fram til flakan, og tað eydnaðist honum at fáa tann 12 ára gamla drongin við sær og padla inn á áarbakkan við honum.



Drongurin var tá blivin nógv niðurkøldur og mátti koyrast á sjúkrahús, so hann kundi fáa hita aftur í kroppin og annars sleppa at koma fyri seg, samstundis sum hann var undir eftirliti og bleiv kannaður.


Jonas Åkerholm er sjálvandi stóra hetjan hjá Alanentalo-familjuni, og nú hendingin er næstan tvey samdøgur gomul, hevur 12 ára gamli Axel hugsað um støðuna og lovað mammu síni, at hann ongantíð aftur fer at klintra undir brúnni.