Ein útlendsk kona, gift við føroyingi í 1960, legði til merkis hetta: at eftir vanligt prát í 5 minuttir so fóru føroyingar beint yvir í at trætast um, hvat ið eitt orðafelli ella orð merkti: »á røttum føroyskum«. Henni kendist hetta jabbið bæði løgið og láturligt.
Tí ella tó er hesin spurningur enn - eina hálva øld seinni - nærverandi: »Nær verður mál okkara vaksið, sum onnur mál?« Tí hóast tú vituliga rættleiðir tíni børn við umsorgan, so júkar tú ikki í tíð og ótíð - bæði líkt og ólíkt - niður á vaksin fólk.
Rákini bæði
Fyri okkum vanligu, sum hava lært málið frá okkara fedrum, er talan um tvey málslig rák.
Annað rákið er heldur lokalt bundið, og eru vinir tess næstan erkvisliga bangnir fyri, at heimligi grundvøllur málsins ridlar, um fremmand orð og bókstavir sleppa inn um grindina. Tó nakrir stavir eru, sum vit tola í tøgn, so sum C’ið í Christian Matras, men sum als ikki eigur heimarætt her á landi. Sovorðin sárur ótti er eisini at finna í kvæði Bjarka:
»Grindin vítt gapar
og teir gævu víkja,
øksir ørt gnaga
í manna skalla.«
Hitt rákið er kanska meiri í samsvari við tann tolna globala tankan, at orð kunnu koma og fara, sum partar av málsins streymi - við afturundirgerðum, íðum og turbulensi. Men sita innkomnu orðini ikki nóg væl í hópinum, ja, so fána tey burtur aftur. Meðan onnur orð gerast partur av málinum og ríka okkara orðameingi, sum eitt nú í skipsmáli: haldekk (hálvdekk), skandekk, skeilett (skyleight), lensiportur o.s.fr. Ein feril av hesum opna rákinum finst eisini í somu fornu skaldaorðunum:
»Bíða, meðan Bjarki
brynju spennir,
annað hann ætlar
enn inni at brenna.«
Málið
Embætisstættin er fortørnað. Tað var væntandi. Hesi eiga jú málið. Munnu tey halda. Ja, okkum øll. So hevur verið í Føroyum - allar dagar.
Og hesi eiga tí eisini málið, hetta upphavsins amboð í samskifti millum mannabørn jarðarinnar, sum er fólksins gyllini brúgv um hugans og heilans djúpastu gjáir. Okkara mál – runnið úr indoeuropeiskum buli, eins og úr Eddu og Bjarkamáli. Og skal so henda floymandi fossamegi bara bindast í rørleiðingar av nøkrum fáum mekanikarum? Sum kanska enn ikki hava hómað hesa opinbering:
»Naar Verset ryster sin Løvemanke!«
Ja, nær verður málið vaksið?
Bleiv spurt í áðni. Og hvar eru í dag teir og tær, sum fyrr skaptu søgu og orð. Sum fyri góðari øld síðani løgdu ein leist, sum formaði málbrúkið til tað, sum tað - á leið - er í dag.
Eingi nøvn verða nevnd her ( tí – av royndum - so verður av hesum bara kjak um hvør, ið nú er mann vera tann besti), men vil eg heldur spyrja hetta: “Hvar eru natúrtalentini, sum fingu málklangin at ekkóa (tað kennist heldur meiri enn bara at: afturljóða) í okkara barnasál?
Jú, gaman í, nøkur av skaldum okkara rúmka enn um málið. Og takk fyri tað tit, at kertan ikki heilt er slóknað. Nú ið ein øld er farin, síðani meginskaldið kvað:
»Fram mót landi hvítra fanna
skúma drekar óðalsmanna!«
Hetta hvesta óðalsmannamálið. Og enn eru fólk á fótum, sum veruliga duga væl at skriva og yrkja. Sum duga at hoyra, ikki bara at spæla eftir hissini nótum, men sum kenna allar hesar mongu millumtónar og harmoniir.
Her bara eitt hissini dømi úr byrjanini av “Feðgum á ferð”: “Tað liggur ein grind á Sørvágsfirði”. So einfalt, so gott – og tú ert har! Bókin er annars hendinga væl skrivað (mann hon, forrestin, ikki vera forboðin í landsútvarpi landsins?).
Men, maktin, mín vinur -
Onkur segði einaferð: tað finnast bara tvey sløg av politikarum: “Teir, sum vilja loysa nøkur mál, og teir, sum vilja liva av málunum.” Teir fyrru nevndu tora at gera nakað skilagott, og sum møguliga kemur at kosta nakað, meðan teir seinnu bara vilja behalda maktina.
Og hvør situr á maktini yvir málinum í dag? Er tað nøkur fá embætisfólk, sum fyri góða løn – formliga ella óformliga – sita við valdinum, og sum siga hvussu málið – okkara alra – skal skiljast og skrivast. Og sum við fútalótum reiggja koyrilin yvir okkum og okkara børn.
Og verða allar málrøktarnevndir landsins bara stýrdar av sama málrøktarbólki? Sum vilja leggja í rør, undir heilt, ella enn betur: lata málið í burka – av onkrum hissini hugi til makt ella sum sjálvvaldir láturverjar fyri blygd málsins?
Um so er, so eiga okkara valdu politikarar vituliga at kannað, um nakað er um hetta. Ja, hvør annar? Tí tað vanliga fólkið hevur als einki at siga – tey verða roknað sum ómælandi.
Og loksins hetta bosið og tosið um, at okkara aldagamla mál verður kollrent, um nakrir bókstavir – og sum vit brúka dag og dagliga – fáa innivist aftast í alfabeti landsins. Nei, tá treingja vit til eitt annað lag:
»Mæl stormur við megi og málmklong
man fram eina menskari sjón -!«