Bjarma Enghamar 50 ár

Í dag, 27. februar 2008, fyllir Bjarma Enghamar í Havn 50 ár.

Bjarma er fødd og uppvaksin í Vági. Foreldrini vóru Edmund Joensen og Oliva Joensen.


Bjarma búði øll síni barnaár í Vági, men flutti á ungum árum til Havnar, og byrjaði at arbeiða. Væl hevur hon trivist, tí hon hevur búð í Havn síðan tá.


Í 1992, bert 34 ára gomul, fekk hon staðfest keðiligu sjúkuna sclerosu, sum gjørdi hana óarbeiðsføra. Men við sínum lætta lyndi og sterka vilja, hevur hon klárað seg framúr væl.


Bjarma eigur 4 børn: Virgar, Jørgen, Laila og Allan. Eisini eigur hon eina ommudóttir, Óluva, sum hon elskar at vera saman við, og hugna sær við. Hon er ommusa eygnasteinur.


Góða mamma og omma. Vit vilja við hesum ynskja tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, og takk fyri alt tað tú ert fyri okkum.


Nevnast skal eisini, at elsti sonurin, Virgar, fylti 30 ár tann 26. februar 2008, og vilja vit eisini senda honum eina heilsan og ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum.


Saman halda Bjarma og Virgar føðingardagarnir við at hava opið hús í Hattrick tann 29. februar 2008 frá kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Vinarliga

Virgar, Jørgen, Laila, Allan og Óluva