Bjarni Djurholm, landsstýrismaður: Punktgjøldini eru ótíðarhóskandi

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, legði í fjør uppskotið um at avtaka punktgjøldini fram á landsstýrisfundi. Grundgevingarnar vóru tær, at vørur, sum eru gerandisvørur, kunnu ikki verða roknaðar fyri luksusvørur, og skulu tí ikki tollast hareftir

Punktgjald

? Áhugafelagið hjá Elinnleggjarum í Tórshavn vendi sær til mín í fjør vár, har gjørt varð vart við órímiligheitina í ásetanina í sambandi við luksustoll, ella punktgjøld, greiðir Bjarni Djurholm frá.
- Eg tók undir við hesum málinum, og tað varð eisini kannað í Vinnumálastýrinum. Men tollur er fíggjarmál ikki vinnumál, og tí sendi eg eitt tilmæli til Fíggjarmálastýrið um avtøku av punktgjøldum. Í tilmælinum til Fíggjarmálastýrið gjørdi eg vart við, at spart verður uppá íløgur til ljós, og harvið verður trygdin ikki sum hon skal. Punktgjøldini økja eisini um ólógliga innflutningin, og hetta verður heldur ikki eins umsitið kring landið. Eisini varð gjørt vart við, at hesin luksustollur er ótíðarhóskandi, serliga á vørum, sum eru gerandisvørur, og tí skulu vørurnar heldur ikki verða tollaðar hareftir.
Bjarni Djurholm sigur eisini, at skipanin skal vera so einføld sum møguligt, so tað verður lættari at umsita, og hetta gevur eisini stabilitet.
Uppskotið varð eisini lagt fram á landsstýrisfundi, har tað síðani varð sent víðari til Fíggjarmálastýrið. Áhugafelagið vendi sær síðani aftur til Bjarna Djurholm í desember mánaða í fjør, og 5. januar í ár vendi landsstýrismaðurin í vinnumálum sær enn einaferð til Fíggjarmálstýrið fyri at vita, hvussu langt hetta málið var komið. Men Fíggjarmálastýrið hevur ikki tikið tilmælið til eftirtektar, í øllum førum ikki enn.