B36 hevur fingið ein nýggjan mann, sum verður við í kappingini um álopsplássið við síðuna av John Petersen.
Fríggjakvøldið vandi Bjarni Prior við, og vit skilja á lagnum, at ætlanin er, at hann skal spæla við B36, nú hann er farin at arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju.
At hetta er ein styrkur fyri annars væl mannaða B36 hópin er einki at ivast í. Sigfríður Clementsen er framvegis í felagnum, og hann er sjálvsagt evni til pláss í álopinum, men royndirnar siga, at hann er ikki altíð so drúgvur, tí hann er so plágaður av astmu. Í fjør vóru Tomislav Sivic og Jákup á Borg onnur evni til álopspláss, og fram móti kappingarenda var Óli Johannesen fleiri ferðir í álopinum. Óli Johannesen er farin aftur til TB, meðan Sivic og Jákup á Borg framvegis eru í felagnum. Felags fyri teir báðar er, at teirra nátúrliga útgangsstøða er longri afturi á vøllinum og ikki í fremstu røð.
Samstundis sum tað er kærkomið hjá B36 at fáa Bjarna Prior, so má staðfestast, at hetta er ein dyggur smeitur hjá FS Vágar, sum skal royna at vinna seg uppaftur í 1. deild. Tað er ikki ov nógv sagt, at Bjarni Prior var millum teir bestu og kanska tann besti spælarin hjá FS Vágar í fjør.
Í fjør var Jógvan Norðbúð ikki venjari, men nú er hann aftur á vøllinum. Hann skal hava ábyrgdina av næstbesta liðnum hjá B36. Í fjør rakk liðið besta úrslitinum, sum B36 nakrantíð hevur nátt í 2. deild, samstundis sum teir hava verið umboðaðir í 1. deild.
Nógvir ungir spælarar vóru á liðnum, sum endaði næstfremst. Tá var liðið undir leiðslu av Jákupi Thomsen, sum frammanundan hevði havt ábyrgdina av teimum í yngru deildunum, og nú skulu teir venja undir Jógvani Norðbúð, sum fleiri ferðir áður hevur havt ábyrgdina av besta liðnum hjá B36, seinast í 1996.