- Bjarni varð svikin av samfelagnum

- Føroyska samfelagið hevur svikið mín son.

Undir yvirskriftini "Máttu flyta fanga til Danmarkar við skipi", bar Kringvarp Føroya 2. februar eina søgu um ein ungan mann, ið fimm løgreglufólk máttu flyta við Norrønu til Danmarkar, har hann skuldi sita í varðhald, tí umstøðurnar vóru ikki til at varðhaldsfongsla mannin í Føroyum.

 

Handan yvirskriftina goymir seg ein søgu um eina syrgiliga lagnu. Um ein ungling, ið aldrin fekk røttu hjálpina, og sum hvørs nærmastu føla, varð sloppin upp á fjall av føroyska samfelagnum.

 

Søgan er um 23 ára gamla Bjarna Tórðarson Holm, sum í februar varð dømdur eitt ár í fongsul í Føroya rætti. Tað er tó einans seinasti kapittulin í einum hørðum lívi. Í einum húsum í eysturbýnum í Havn situr mamma hansara, Annika Restorff Holm, og spekulerar yvir hvussu lagnan hevði verið, um sonurin bara fekk tí hjálp, ið hann hevði tørv á.

 

- Alt, ið Bjarni hevur gjørt síðstu árini, hevur verið eitt neyðarróp frá hansara síðu. Hann bað enntá dómaran um hjálp, so hann kundi koma víðari við sínum lívi. Men í Føroyum er einki stað ella hjálp til mín son, sigur Annika Restorff Holm.

 

Vikuskiftis Sosialurin hevur hitt Anniku Restorff Holm. Sonur hennara situr í fongsul í Danmark, og hon kennir svikið øgiligt. Les alla samrøðuna í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í dag, og kring landið í morgin.