Bjartalíð er á beinkinum - Brandur byrjar inni

Prestisjutungi dysturin í norsku steypakappingini millum Fredrikstad og Rosenborg byrjar klokkan 13.30

1. mai er frídagur hjá flestu norðmonnum, og tí er dystarbyrjan í dag longu klokkan 13.30 føroyska tíð, tá liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad FK tekur móti Rosenborg í triðja umfarinum í norsku steypakappingini.

 

Talan er um tey bæði liðini, ið hava vunnið norsku steypakappingina oftast. Fredrikstad hevur verið steypavinnari 11 ferðir í søguni, og Rosenborg 12 ferðir. Tí er talan um ein ógvuliga prestisjufullan dyst.

 

Tað gleðiliga er, at Jóannes Bjartalíð sum hevur verið uttanfyri við skaða er á beinkinum hjá Fredrikstad í dag. Hin føroyski landsliðsleikarin hjá Fredriktstad, Brandur Hendriksson er við frá dystarbyrjan.

 

Liðið sum vinnur dystin í dag vinnur seg víðari til áttandapartsfinalurnar í steypakappingini. 

 

Miðaloddsini hjá veddingarfyritøkunum eru næstan jøvn. Tey eru 2,43 upp á sigur til Fredrikstad, og 2,63 upp á sigur til Rosenborg.