Bjartalíð gjørdist stóra hetjan hjá Fredrikstad

Jóannes Bjartalíð skoraði bæði málini tá Fredrikstad vann 2-1 á útivølli

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad er framvegis ósigrað í næstbestu norsku fótbóltsdeildini aftaná 16 leikumfør, og er nú oddalið í deildini við 32 stigum, einum stigi meir enn Kongsvinger.

 

Fredrikstad vann í kvøld 2-1 á Skeid Oslo á útivølli. Jóannes Bjartalíð skoraði bæði málini. 

 

Jóannes Bjartalíð legði Frederikstad á odda 1-0 tá 21 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki. Beint undan steðginum javnaði Skeid til 1-1.

 

Tá tríggir minuttir vóru leiktir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Jóannes "match-vinnari" hjá Fredrikstad, tá hann skoraði sigursmálið til 2-1.

 

Brandur H. Olsen var á vøllinum fyri Fredrikstad í 61 minuttir áðrenn hann var skiftur út.

 

Komandi mikudag verður føroyingauppgerð í Fredrikstad, tá Jóannes og Brandur taka móti Noah Mneney, Rógva Baldvinsson og liðfeløgum teirra í Bryne.