Bjartalíð og Brandur vunnu á Jens Berthel Askou

Fredrikstad endaði fótbóltsárið við at vinna ein venjingardyst 4-3 á IFK Göteborg á útivølli

Jóannes Bjartalíð, Brandur H. Olsen og liðfelagarnir í Fredrikstad spældu í dag seinasta dystin í hesum árinum.

 

Talan var um ein dyst í Göteborg millum liðið sum hevur gamla HB-venjaran, Jens Berthel Askou sum høvuðsvenjara, nevnliga IFK Göteborg og Fredrikstad, ið hevur vunnið næstbestu norsku fótbóltsdeildina. IFK endaði fjórðaftast í bestu svensku fótbóltsdeildini, og slapp sostatt undan at spæla upp- og niðurflytingardystir. 

 

Fredrikstad vann málríka dystin 4-3. í steðginum var Fredrikstad á odda 2-1, men tá ein tími var leiktur var IFK á odda 3-2. Seinasta stóra korterið eydnaðist tað Fredrikstad at skora tvær ferðir, og sostatt at vinna dystin 4-3. Brandur og Jóannes vóru ikki millum málskjúttarnar.

 

Sigurin mundi eisini kennast søtur hjá høvuðsvenjaranum hjá Fredrikstad, Mikkjali Thomassen, ið sum KÍ-venjari í 2020 mátti lúta fyri Jens Berthel Askou og HB.

 

Jóannes var á vøllinum í 85 minuttir í dag, meðan Brandur fekk 20 minuttir á vøllinum.

 

Nú fer Fredrikstad í næstum at gera klárt til at kappast í bestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

##med2##