Bjartalíð verður í KÍ í hvussu so er tvey ár aftrat

Meðan ferðalagið er á veg á flogvøllin kunnger KÍ, at Jóannes Bjartalíð hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi til og við 2024

Jóannes Bjartalíð saman við Mikkjali K. Thomassen venjara og Rúna Heinesen, næstformanni í KÍ, sum hevur ábyrgdina av sáttmálunum við spælararnar

Klokkan 17.50 fer KÍ ferðalagið í luftina umborð á flogfari hjá Atlantsflog við kós ímóti Oslo. Í morgin fer ferðalagið víðari við leiguflogfari við kós ímóti Montenegro, har dystur í Europa Conference League verður mikukvøldið klokkan 20.

 

Nú KÍ ferðalagið er á flogvøllinum verður gjørt alment, at KÍ og Jóannes Bjartalíð hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Jóannes Bjartalíð fer at spæla við KÍ í hvussu so er fram til og við 2024.

 

Jóannes Bjartalíð fylti 26 ár í síðstu viku. Hann hevur bara umboðað barndómsfelagið, har hann fyrstu ferð var á besta liðnum í landskappingini í 2015, og síðani hevur hann verið fastur maður mest sum alla tíðina. Faroesoccer.com veit at siga, at Jóannes hevur spælt 198 landskappingardystir á besta liðnum, har hann hevur skorað 94 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 20 dystir og skorað 10 mál, hann hevur spælt tríggjar stórsteypadystir og skorað eitt mál, og í Europa hevur hann higartil spælt 13 dystir og skorað fýra mál.

 

Tað vil siga, at hann hevur spælt 234 dystir í fremstu røð fyri KÍ, og at hann í teimum hevur skorað 109 mál. 

 

Higartil hevur Jóannes Bjartalíð spælt 21 A-landsdsytir og skorað tvey mál, og hann hevur spælt 18 U-21 landsdystir og fýra U-17 landsdystir.

 

KÍ skrivar soleiðis:

 

Vit eru errin av, at vit hava ment leikarar sum Jóannes. Hanann hevur, síðani hann var heilt ungur, meiri ella minni verið fastur maður á liðnum. Við framúr bóltførleika, taktiskum snildi og hørðum arbeiði hevur hann ment seg til at vera ein av okkara leiðandi leikarum.

 

Jóannes Bjartalíð saman við Mikkjali K. Thomassen venjara og Rúna Heinesen, næstformanni í KÍ, sum hevur ábyrgdina av sáttmálunum við spælararnar