Aftan á ein fund í gjár kunngjørdi amerikanski tjóðbankin fyri fyrstu ferð, at afturgongdin í búskapinum er steðgað, og at útlitini fyri búskapinum eru betur nú, enn tey hava verið í seinastuni. Tað skrivar Bloomberg News. Christopher Rupkey, sum er búskaparfrøðingur hjá Tokyo Mitshubishi-bankanum, sigur við tíðindatænastuna, at sambært boðskapinum hjá bankanum er heimsbúskapurin komin so mikið fyri seg aftur, at hann kann skapa vøkstur uttan almennan stuðul. Um rentuna sigur amerikanski tjóðbankin, at hon verður verandi søguliga lág eina rúma tíð afturat.