- Nú vit eru komin væl inn í nýggja árið, fer kommunan at taka upp aftur vælumtókta morgunmatartilboðið til borgarar í Tvøroyrar kommunu, sum eru 65 ár og eldri.
Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag, og her verður víst á, at hetta er ein ókeypis morgunmatur, sum tey fara at bjóða fýra ferðir um árið - einaferð í hvørjum ársfjórðingi.
- Fyrstu ferð í ár verður hósmorgunin hin 28. januar á Seglloftinum, og tá eru allir borgarar í Tvøroyrar kommunu, sum eru 65 ár og eldri, hjartaliga vælkomnir.
Sagt verður av Tvøroyri, at í ár verður meira gjørt burturúr úrvalinum á matarlepanum.
- Millum mongu, leskiligu vørurnar á borðunum kunnu nevnast heimabakaðir bollar, rugbreyð, tvey sløg av osti, hamburgararyggur, tvey sløg av súltutoyi, rørd egg, roykt flesk, smáar pylsur, wienarbreyð, trý sløg av frukt, tvey sløg av juice, kaffi, te og mjólk.
Lagt verður aftrat, at Finnleif Guttesen, sum er næstformaður í Eldraráðnum í Suðuroynni, fer at greiða frá, hvat tað inniber at at vera í Eldraráðnum, og hetta verður klokkan 10.30 henda morgunin, tá morgunmatarborðið er.
- Hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu á Seglloftinum - við góðum mati, samveru og práti, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.











