Hóast leikbannaður fyrstu fimm umførini, so er Luis Suarez ovast á máltindinum í ensku Premier League.
Framherjin hjá Liverpool hevur snøgt sagt verið flúgvandi í ár, og meðan Arsene Wenger framvegis er áhugaður í at keypa hann til Arsenal, sigst Real Madrid eisini vera til reiðar at keypa hann leysan, tá flytingargluggin letur upp í januar.
Liverpool hevur sáttmála við Suarez fram til á sumri í 2016, men longu nú er felagið til reiðar við nýggjum sáttmála vita enskir miðlar at siga. Sum skilst er Liverpool til reiðar at gjalda Suarez 1,2 mió kr. um vikuna, og hetta ger hann til best lønta spælara í felagnum, um hann tekur av.
Suarez segði í summar, at hann vildi sleppa til felag, ið hevði europiskar avbjóðingar, og tær kann Liverpool ikki geva honum í ár. Men við Suarez í stórformi er Liverpool nú væl áleiðis at tryggja sær rætt til Champions League fótbólt næsta kappingarár.