Økið, sum Vestmanna kommuna nú bjóðar út, er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið áður stóð

Bjóða nú eitt minni øki út til bústaðarbygging

- Kravið er, at bygdir verða bústaðir, ið eru á einum prísstøði, sum møguleikar eru at fáa fígging til í Vestmanna, sigur kommunan

 

Økið, sum Vestmanna kommuna nú bjóðar út, er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið áður stóð

- Fleiri ynskja sær ein bústað í Vestmanna, og javnan spyrja fólk seg fyri um møguleikar at fáa fatur á einum bústaði. Talan er um bæði yngri og eldri fólk.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

- Vit leggja sjálvandi nógv fyri, so tað letur seg gera at búseta seg her hjá okkum. Grundstykkir eru tøk, og fleiri hava eisini tikið av tí møguleikanum.

 

Lagt verður aftrat, at tað er ikki nøkur sjáldsom sjón í Vestmanna, at nýggj hús stinga seg upp.

 

- Vit vita tó eisini, at tað eru fleiri, sum ynskja sær fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, og tað vilja vit í Vestmanna eisini kunna bjóða.

 

Bygdarráðið hevur tí samtykt at bjóða út eitt stykki at byggja bústaðir á.

 

- Økið er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið áður stóð.

 

Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at tey, sum bjóða upp á stykkið, skulu koma við sínum uppskoti um, hvussu byggingin kann skipast.

 

- Men, kravið er, at bygdir verða bústaðir, ið eru á einum prísstøði, sum møguleikar eru at fáa fígging til í Vestmanna, siga tey í kommununi.

 

Haraftrat skulu atlit takast til fólk við rørslutarni, og kommunan hevur eisini treytað sær, at burðardyggar orkuskipanir verða brúktar.

 

- Økið liggur í einum friðarligum umhvørvi niðri við sjógvin og við fríum og góðum útsýni út á fjørðin, siga tey í Vestmanna kommunu.

 

Neyvari kunning um hetta sæst á www.vestmanna.fo

 

 

 

Økið, sum Vestmanna kommuna nú bjóðar út, er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið áður stóð