Tað boðar Caféin á Mølini nú frá á Facebook.
Farið var undir verkætlana hjá hjúnunum, Biritu Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, í 2019, tá farið varð at gara út fyri verkætlanini á Mølini.
– Vit byrjaðu faktiskt ikki at byggja, fyrr enn koronu-farsóttin var her, og vit hava roynt at brúkt tíðina við koronu heldur enn at bíða, til farsóttin er av, segði Birita Dalsgaard Olsen við Sosialin í aprílmánaði, tá verkætlanin var komin væl áleiðis.
Hjúnini hava verið ógvuliga spent upp á hesa verkætlan, og tey stúra ikki fyri, at koronu-farsóttin fer at spæla teimum eitt puss. Tey byrjaðu faktiskt at byggja, eftir at koronu-farsóttin var her, men grivið varð út fyri verkætlanini fyri ta tíð.
– Eg vil siga, at vit hava roynt at brúkt tíðina við koronu heldur enn at bíða, til farsóttin er av, sigur Birita Dalsgaard Olsen, sum annars letur væl at undirtøkuni, sum Café’in á Mølini hevur fingið, bæði í lokalumhvørvinum í Sandoynni og millum fólk, sum hava ferðast í Sandoynni.
##med2##
Hon vísir á, at tey á Mølini høvdu nógv at gera í fjør summar, tó at her vóru fá útlendsk ferðafólk. Føroyingar vóru óførir at ferðast í egnum landi, og hetta merktu tey so sanniliga eisini á kafé’ini.
– Vit eru sera glað fyri ta undirtøku, sum okkara virksemi higartil hevur fingið, og eingin ivi skal vera um, at vit so sanniliga hava brúk fyri teimum lokalu, ið hava gjørt tað møguligt hjá okkum eisini at hava kafé’ina opna fleiri vikuskifti í vetrarhálvuni.
Birita Dalsgaard Olsen leggur aftrat, at kafé’in hevur brúk fyri bæði teimum lokalu og ferðafólki, sum koma í Sandoynna at ferðast, og hetta verður ikki minst galdandi, nú tey fáa hesi 10 kømrini, sum tey fara at leiga út.
– Hvørt kamar hevur eina góða Tempur-dupultsong og eina sofu, sum kann leggjast út, og her verður sofaborð og stólur. Innast í hvørjum kamari er wc við brúsu. Her verður eingin beinleiðis te-køkur, men tað fer at bera til at gera sær kaffi og te.
Hjúnini hava valt at gera tað innasta og 10. kamarið nakrar fermetrar størri enn hini, og her verður eykasong og lítil køkur, soleiðis at ein lítil familja kann búgva her.
Nú boða tey á Mølini so frá, at Gistingarhúsið á Mølini í Skálavík nú bjóðar gestum vælkomnum. Tað ber til at bóka kamar á booking.com frá 24. juni.
– Tit finna okkum eisini á mølin.fo, skriva tey.