Í nátt,- um 3 tíðina - boðaði útróðrarbáturin Bjørgvin frá, at hann hevði fingið um skrúvuna. Teir vóru staddir umleið 3 fjórðingar eystur úr Skoruni.
Brimil var á staðnum um 5 tíðina í morgun. Kavarar frá Brimli fór út at skera av skrúvuni. Tað skrivar Vørn á heimasíðu sínari.