Blái Krossur Føroya bjartskygdur

Á aðalfundinum hjá Bláa Krossi Føroya leygardagin varð Sverri Steinhólm afturvaldur sum formaður, og Kaj Eli Hansen valdur sum næstformaður.
Annars var meir gjørt burturúr aðalfundinum hesuferð, av tí at tað í ár eru 100 ár síðani Blái Krossur varð stovnaður í Føroyum

Í nevndina hjá Bláa Krossi komu eisini Ernst Pólsson, Harriet Lamhauge, Kristianna Vang, Regin Jacobsen, Gimme Olsen og Súni F. Olsen, sum eisini umboðar BláaKrossUngdóm. Gimme Olsen er nývaldur fyri Jaspur Langaard, sum gjørdist nýggi aðalskrivari í felagnum fyrr í ár.
Bjartskygd
Kaj Eli Hansen sigur, at hóast nógv bendir á tað øvuta, eru tey bjartskygd, tá tað ræður um at tálma rúsdrekkanýtsluni í Føroyum. Og á pallborðsfundinum um "Rúsdrekkamentan í Føroyum um 20 ár" vóru nógvir glottar at hóma.
- Vit hava góðar vónir um, at verkætlanin "Børn í vanda" fer at vera við til at venda gongdini tann rætta vegin. Fyri fyrstu ferð í Føroyum verður nú eitt skipað og støðugt arbeiði gjørt fyri at kunna foreldur um ta ávirkan, rúsdrekkanýtsla hevur á børnini. Tórhild Bjarkhamar hevur gjørt eitt megnararbeiðið á hesum økinum, og alt bendir á, at tey eru nógv, ið hava saknað eitt upplýsingarátak sum hetta, sigur Kaj Eli.
- Enn er ov tíðliga at gera sær nakrar niðustøður av hesum arbeiðinum. Men tað er ein sannroynd, at vilt tú røkka langtíðarúrslitum, mást tú byrja við børnunum. Ikki við lyftum peikifingrum, men við at gera foreldrini meir tilvitað um, hvørja ávirkan tað hevur á børnini, um tey javnan síggja rúsdrekka á borðinum.
- Vit vita jú ikki, hvat børn hugsa í slíkum førum. Hvussu ávirkar tað hugburðin hjá børnum til rúsdrekka, um vit gera rúsdrekka til ein part av gerandisdegnum? Tað er ein av spurningunum, verkætlanin "Børn í vanda" miðar eftir at lýsa nærri, sigur Kaj Eli.
Misvísandi mynd
Hinvegin dylur Kaj Eli ikki yvir, at rákið í samfelagnum ofta tykist ganga ímóti fráhaldsrørsluni.
- Vit royna áhaldandi at ávirka politikarar til at steðga á og ikki bara fara fram eftir fummum, tá tað snýr seg um at útvega skeinkiloyvi og liberalisera rúsdrekkasøluna sum heild. Tíverri er tað so, at tey sum rópa harðast ofta verða hoyrd best. Og tað er jú ikki nøkur loyna, at fjølmiðlarnir ofta vísa eini umsókn um skeinkiloyvi munandi størri áhuga, enn til dømis eini ráðstevnu um fráhaldsarbeiðið.
- Tað ger heldur ikki okkara arbeiði lættari, at rúsdrekkanýtsla ofta verður tengd at øðrum samfelagsviðurskiftum, sum til dømis ferðavinnuni. Seinastu árini hava sjónarmið verið frammi, sum halda uppá, at føroyskur rúsdrekkapolitikkur skaðar bæði ferðavinnuna og okkara altjóða umdømi. Samstundis eru vit errin av okkara aldargomlu føroysku mentan og vilja fegin vísa hana fram fyri øðrum. Tað vilja vit eisini fegin, men vita halda tað vera misvísandi at geva ferðafólki eina fatan av, at rúsdrekka er partur av føroyskari mentan ella gerandisdegnum hjá føroyingum, sigur Kaj Eli.
Rúsevni
Men arbeiðið hjá Bláa Krossi snýr seg ikki bara um at tálma rúsdrekkanýtsluni. Rúsevnisnýtsla vindur alsamt meir uppá seg, serliga millum tey ungu, og tey gerast fleiri og fleiri, ið søkja sær hjálp fyri misnýtslu av rúsevnum.
- Hesin trupulleikin er eitt sindur øðrvísi, við tað at rúsevni eru ólóglig, og vit harvið hava lógina í rygginum. Men lógin er ikki altíð nokk til at forða fólki í at traðka við síðuna av. Tí síggja vit eisini hendan trupulleikan sum ein av stóru uppgávunum hjá Bláa Krossi í framtíðini, sig Kaj Eli Hansen.
Mateskjur til børnini
Umframt nevndarvalið, vóru nógv ymisk tiltøk á skránni hjá Bláa Krossi fríggjadagin og leygardagin. Leygarkvøldi vóru umleið 100 fólk savnaði til til veitsludøgurða á Runavíkar Sjómannsheimi, har Heimamissiónin handaði Bláa Krossi ein málning í føðingardagsgávu.
Á familjumøtinum sunnudagin vóru tað børnini, sum fingu føðingardagsgávu frá Bláa Krossi. Har fingu øll børnini hvør sína bláu og hvítu Blákross mateskju við Sunkist og øðrum góðum í. Eisini var Angela við til Familjumøtið, og sjálvandi dámdu børnunum hetta sera væl. Familjumøtið var skipað sum ein sunnudagsskúli fyri øll. Eitt sera væleydnað tiltak, har eini 4-500 fólk tóku lut.