Blái Stólurin: Rúni Djurhuus

Rúni Djurhuus er 24 ár, hann er stjóri og eigari í Cippo og Manhattan, vit hava sett Rúna í Bláa Stólin

Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Ágrýtin, sjónligur og smæðin – he he

Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?
Cippo hehe, veit ikki , dýrt, dýrt vildi Gunnar nokk sagt - hehe

Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
Eygunum og beinunum


Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin?
Fari undir brúsuna


Hvat stressar teg?
Telefonin


Hvat gleðir teg?
Daman og tá ið tað gongur væl hja H71 - he he


Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tað var mikumorgunin, abbi mín doyði mikunáttina


Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt?
Tað kann eg ikki siga enn.


Hvar arbeiðir tú?
Í Club Cippo og Manhattan pub í Tórshavn


Hví valdi tú at arbeiða innan vertshús vinnuna?
Eg eri útlærdur kokkur, har lærir man at arbeiða við stress og arbeiðstíðirnar eru ikki , sum hjá vanligum borgarum. Fekk so kjansin verða lærdur upp av Muldi. Tá fekk eg góðan íblasturm áðrenn eg byrjaði saman við Háldan. Eg haldi, at hettar er eitt spennandi og mennandi arbeiði. Tú lærir nógv fólk at kenna og eingin dagur er eins.


Hvat lag er heimsins besta?
Tað mugu vera øll hjá U2 og Robbie Williams


Hvat er besta uppfinningin og hví?
Fartelefonin er eitt ótrúliga hent tól, ger tað nógv lættari at samskifta við fólk.

Hvat hevur tú í lummunum beint nú?
Eina Sony Ericsson fartelefon, Visa kort, eitt sindur av pengum og hønuklips til at heingja plakatir upp við


Hvat er títt besta heimaráð?
Keyp eina vaskikonu – he he


Hvat er keðiligast við Føroyum og hví?
Øll kenna øll, so tú kanst aldrin gera nakað, uttan at øll vita tað.


Hvussu ofta speglar tú tær?
Einaferð um mánaðin tá íð eg setið hárið.


Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Eri júst byrjaður aftur hjá Bronx, tað tekur bert 5 min. Annars havi eg verið trimmaður, so tað er kanska 1 ferð um mánaðin.


Hvar ert tú um 10 ár?
Bahamas við einari Ice. Ella gangi eg nokk og malið í Manhattan.


Hvør er tín stuttligasta uppliving innan arbeiði á vertshúsum?
Tá ið HB vórðu føroyameistarar, vóru allir í Manhattan Og serliga vóru tað 2, sum smíðaðu eitt lag saman og fóru at rappa um hinar HB’ararnar. Kann ikki orduliga nevna nøvn. Men tað var heilt vist tað stuttligasta, ið eg havi sæð í Manhattan - he he, teir vita sjálvir hví.