Skótalív
Tvøroyri er gomul skótabygd, men nú er nógv ár síðani, at skótarørslan datt niðurfyri.
Ymsar royndir eru gjørdar at endurstovna skótarørsluna, men tær eru dotnar niðurfyri, helst tí at av nógv arbeiðið hevur hingið á ov fáum herðum
Men stendur tað til nøkur hugagóð tvørafólk, verður skótarørslan á staðnum nú evnurstovnað.
Og fortreytirnar fyri tí eru avgjørt til staðar, tí skótahús er á Tvøroyri, sum skótarørslan á staðnum eigur. Tað hevur verið karmur um lívligt virksemi á Tvøroyri, men tað treingir bara til eina bøtandi hond fyri aftur at verða sera væl brúkiligt til endamálið.
Poula Strøm á Kunningarstovuni er ikki ein av teimum, sum fer at ganga á odda at endurreisa skótarørsluna á Tvøroyri, men tað verður kortini hon, sum kemur at samla træðrirnar, í hvussu so er til rættilig gongd er komin á.
Fyrsta stigið verður at gera húsið ístand. Fólk hava longu verið og fingið tað ringast óruddið út, men so er eftir at gera ymsar ábøtur innan.
Poula Strøm heldur avgjørt, at tað kundi verið sera gagnligt at endurstovnað skótarørsluna á Tvøroyri.
? Tað eru nógv tilboð á Tvøroyri, men tað er kortini eitt stórt tómrúm, tí tey, sum ikki hava hug til ítrótt, detta mangan niðurímillum. Og tað er sjón fyri søgn, at tað er ein hópur av børnum og ungum, sum bara gongur og válar, uttan mál ella mið í frítíðini og hja teimum kundi hetta verið eitt sera gott og gagnligt tilboð, heldur hon.
Tað eru eisini ágrýtin ungfólk, sum eru huga at skipa fyri ymsum tiltøkum fyri børnum og ungum á Tvøroyri, táið skótahúsið er gjørt ístand.
? Skótahúsið kann gerast ein frálíkur karmur um alt møguligt virksemið, tí her eru nógvir møguleikar.
Alt hetta kostar pening, men tey siga, at tey hava fingið stuðul ymsastaðni frá, so tann partin síggja tey ljóst uppá.
Ætlanin er at savnast á Kunningarstovuni í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 19, har ætlanin er at leggja arbeiðið til rættis. Øll, sum hava áhuga í at hjálpa til at endurreisa skótarørsøluna á Tvøroyri eru vælkomin at møta. Tey, sum hava hug at vera við, men sum ikki fáa møtt, eru vælkomin at ringja á Kunningarstovuna at siga frá.
Ætlanin er so at býta fólkið sundur í nøkur lið við hvør sínari uppgávu og so er ætlanin at fara til verka beinanvegin.