Blóðug hevnd kann enda við borgarakríggi í Irak

Álopið á shiamuslimska halgidómin í Samarra og tey shiamuslimsku hevndarálopini kunndu elva til veruligt borgarakríggj í Irak. Politiska tilgongdin er eisini steðgað.

Síðani innrásina hava sunnimuslimskir yvirgangsmenn við al-Zaeqawi á odda skipað fyri ófriði í Irak, men nú er støðan broytt. Síðani vápnaðir menn við gekkaskorti lupu á shiamuslimska halgiodómin í Samarra mikudagin, hava shiamuslimarnir tikið vápnini fram, og teir báðar seinastu dagarnar hava teir myrt einar 150 sunnimuslimar.

Við øðrum orðum er talan um bardagar ímillum teir báðar átrúnaðarbólkarnar, og eygleiðarar ávara um, at tað kann enda við veruligum borgarakríggi. Serfrøðingar siga, at í veruleikanum hevur tað prutlað undir lokinum líka síðani tjóðartingsvalið tann 15. desember, og at álopið á halgidómin var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir.

Bardagarnir eru eisini eitt álvarssamt bakkast fyri ta politisku skipanina í Irak, sum fekk ein dyggan smeit, tá tann sunnimuslimski flokkurin í gjár kunngjørdi, at hann tók seg burtur úr samráðingunum um at skipa eina samgongustjórn.

Valið í desember vísti, at nógv tey flestu atkvøddu eftir teirra átrúnaðarligu sannføring heldur enn nakrari politiskari sannføring. Støðan ímillum teir báðar bólkarnar var eisini spent undir Saddam Hussein, men stýrið megnaði at halda spenninginum niðri. Bardagarnir nú vísa, at tað megnar tað nýggja stýrið ikki. Harafturat kemur, at tann sunnumuslimski minnilutin, sum hevði valdið, tá Saddam ráddi, hevur ilt við at góðtaka, at hann fær lítla ella kanska onga ávirkan nú, og ein meiningakanning herfyri avdúkaði eisini, at 90 prosent av sunnimuslimunum virða ikki eina shiamuslimska stjórn.

At veljararnir valdu eftir átrúnaðarligari sannføring ella etniskum sambandi ger, at altsamt fleiri stúra fyri, at landið verður býtt í trý, og at tað verða sunnimuslimarnir, sum verða fyri vanbýti, tí at kalla øll oljan er í teimum shiamuslimsku og kurdisku økjunum.

Jalal Talabani, forseti, segði í gjár, at herurin og løgreglan høvdu fingið til uppgávu at steðga ófriðinum, og útigongubann varð lýst í Bagdad og fleiri øðrum býum. Kortini hildu bardagarnir fram.

Eingin veit við vissu, hvør tað var, sum søkti at shiamuslimska halgidóminum í Samarra, men shiamuslimarnir ivast ikki í, at tað vóru sunnimuslimar. Tað skuldi hevnast. Norðan fyri Bagdad vórðu bussar við 47 sunnimuslimskum arbeiðsmonnum steðgaðir og allir menninir skotnir. Aðrastaðni fann løgreglan myrdar sunnimuslimar fram við vegjaðaranum, og nógvastaðni sóust brendir bilar við uppkolaðum líkum í.

Samstundis gingu hundraðtúsundtals shiamuslimar í gøtunum og kravdu hevnd. Fleiri teirra høvdu maskinbyrsur og skutu upp í loft, so gøtumyndin minti um Gaza, skrivar Reuters.

Eygleiðarar siga, at ófriðurin kemur USA stak illa við. Amerikanska stjórnin vil fegin taka sínar 130.000 hermenn úr Irak, so skjótt irakar sjálvir kunnu átaka sær at skipa fyri lóg og landaskili. Men vánirnar fyri tí eru ringar í løtuni, og ófriðurin kann hava við sær, at teir amerikonsku hermenninir verða verandi nógv longri enn ætlað.