Blað: Trump hevur ikki goldið inntøkuskatt í 10 av 15 árum

Í skattapappírum, sum New York Times hevur fingið innlit í, hevur Donald Trump givið upp, at hann hevur mist meira enn hann hevur tjent.

Í 10 av teimum seinastu 15 árunum hevur forsetin í USA, Donald Trump, ikki goldið inntøkuskatt.

Tað vísa skattaupplýsingar fyri meira enn tvey áratíggju, sum blaðið New York Times hevur fingið innlit í.

Í 2016, tá handilsmaðurin í New York vann forsetavalið, betalti hann 4.200 krónur í inntøkuskatti, skrivar blaðið. Tað sama var árið eftir.

Høvuðsorsøkin til, at Trump ikki rindaði inntøkuskatt, er sambært upplýsingunum hjá New York Times, at hann hevur givið upp at hava mist nógv meira, enn hann hevur tjent.

Ein advokatur fyri felagði hjá Trump, Trump Organization, sigur við New York times, at »tey flestu – umm ikki øll – fakta síggja út til at vera óneyv«.

– Seinastu 10 árini hevur forsetin Trump goldið tveysiffraða milliónaupphædd í dollarum í persónsskatti til samveldisstjórnina, skrivar advokaturin Alan Garten, í svarið til New York Times.

Advokaturin hevur ikki sæð skattaupplýsingarnar, sum New York Times hevur.

Trump hevur leingi noktað at lagt fram sínar skattaupplýsingar.

Tað hevur í nógv ár verið siðvenja, at amerikansk forsetavalevni leggja fram sínar sjálvuppgávur opið fyri almenninginum. Men tað er ikki eitt krav.

/ritzau/