Blaasvær og valpropaganda

Ja so endaði tað við, at Hans Blaasvær bleiv valevni hjá Sjalvsstýrisflokkinum og hevur brúkt hasar óseriøsu undirskriftirnar ímóti Sandoyartunnlinum til valagn, væl hjálptur av Rás 2, sum bara hevur tosað Blaasvær og øðrum til fyrimun

Hvat siga tit, sum hava skrivað undir hasa val-propaganduna hjá Blaasvær. Hann hevur hildið nógvar føroyingar fyri gjøldur, brúkt fólk á ein snildan hátt sum valagn.

Á einum lista, sum fólk vilja øvunda suðurøkinum eina góða samferðslu.

Hvør hevur skrivað undir, jú nógv nøvn ganga aftur, og summi snýta og skriva onnur á listan, sum einki vita um tað. Summi skriva annonymt.

Um tín hugsjón í politikki er at steðga útviklinginum á samferðsluøkinum, so er tað til lítlan sóma fyri samfelagið.

Tú kundi kanska lisið meiningina hjá Zacharis Vang um at menna suðurøkið. Hest-Sandoy-Skúvoy og Suðuroy.

Jú annars má eg siga, at tú er farin í rættan flokk, tí Sjálvsstýrisflokkurin hevur speciali í at forfylgja Sandoynni.

Annars er mín erliga meining tann, at teir sum vildu hava Sandoyartunnilin aftur í nevnd, vóru somu ljósasløkkjarir sum Kári P. Højgaard, tí tað hevði verið tann reina sabotasja av málinum, men tíbetur fekk tað “9” atkvøður og varð felt.

Men gott er, Sandoyartunnilin er samtyktur.

Men eftir kommandi val er eingin ivi í míni sál, um Sandoyggin einki umboð eigur á tingi, kunnu vit vinka farvæl til suðurøkið.

Tí biði eg um tína stemmu fyri at verja borg.

Argument hjá teimum, sum vildu eitt valdømi var at beina fyri lokalpolitikki, men hygg eftir hesum fólkum, tey tosa meira lokalt enn nakrantíð.