Blachman í øðini

Tann skalluti, illsinti dómari í X-Factor Thomas Blachman langar út eftir DR í dagsins útgávu av Ekstra Blaðnum. Hann bjóðar X-Factor sendingarnar til Tv2, um áhugin er til staðar. Orsøkin til, at Blachman nú langar nevan í borðið, er at nýggi stjórin í DR, Maria Rørbye Rønn, segði á sínum fyrsta tíðindafundi, at hon enn ikki hevur sæð X-Factor.

 

Hon vísti eisini á, at hon als ikki kundi lova, at X-Factor fór at halda fram. Tað merkir vælsaktans, at X-Factor hongur í einum tunnum tráði.

 

Tá ið Maria Rørbye Rønn bleiv sett sum stjóri, vóru nakrir flosklar sendir út til danska fólki, um at nú skulu sendingarnar verða betri, tíðindini verða betri og so framvegis.

 

Men Maria Rørbye Rønn hevur ikki nevnt, at X-Factor bert í seinastu viku savnaði 1.7 mió. hyggjarar.

 

Og á ymsum kjaksíðu vísa danir á, at hóast eitt hyggjaratal ikki sigur nakað um góðskuna, so eigur eitt so stórt hyggjaratal kortini at tryggja framtíðina hjá X-Factor.

 

Tað er hetta, sum Blachman finst at í dagsins útgávu av avísini hjá Ekstra Blaðnum. Hann heldur, at Tv2 skal yvirtaka X-Factor, um nýggi stjórin heldur vil seta eina sending um til dømis klassiskan tónleik frá í bestu senditíð.

 

Blachman heldur, at nýggi stjórin manglar.... X-Factor.

Kelda. Eb.dk