Sveinur Gaard Olsen kom trygt víðari í X Factor í kvøld, men rættiliga óvæntað endaði favoritturin Morten Benjamin í vanda, og so gjørdi Blachman tað, sum eingin hevði roknað við. Hann sendi sínar egnu songkvinnur úr kappingini.
Áðrenn X Factor umfarið í kvøld, høvdu nógv roknað við, at bólkurin Tandberg & Østenby og ungi solisturin Line fóru at koma í vanda. Men soleiðis gekk ikki. Rættiliga óvæntað endaði Morten Benjamin, sum hevur verið roknaður sum favorittur at vinna kappingina, í vanda. Og tað gjørdu Tandberg & Østenby eisini.
Tí varð roknað við, at Cutfather, sum ikki hevði nakran luttakara í vandabólkinum í kvøld, skuldi gera av, hvør fór úr kappingini. Men Blachman er ikki sum hini. Eftir at Pernille Rosendahl hevði peikað á bólkin hjá Blachmann at fara úr kappingini, gjørdi Blachman tað sama.
Hann sendi tí sín egna bólk heim, tí hann kundi ikki ímyndað sær eina finalu uttan Morten Benjamin.
Nú eru fimm luttakarar eftir í X Factor kappingini hjá DR, og um eina viku verður Rasmus Seebach-tema í X Factor.