- Vit seldu munandi meira í ár enn undanfarin ár, siga bæði stjóri í Power og handilsleiðarin í Elding.
Black Friday er komið fyri at vera. Tað eru Høgni Zachariassen, stjóri í Power, og Herman Winther, leiðari í Elding í Havn, samdir um. Tí báðir hava teir upplivað, at ársins Black Friday setti met.
- Hjá okkum riggaði Black Friday øgiliga væl. Vit høvdu ræðuliga nógvar kundar inni allan dagin, og vit seldu væl meira enn undanfarin ár, sigur Høgni Zachariassen, stjóri í Power.
Og Herman Winther upplivdi júst tað sama.
- Vit gjørdu Black Friday heldur øðrvísi í ár. Vit sendu live á Facebook, har okkara sølufólk greiddu frá um vørur, sum vóru á tilboð, og so kundi man keypa á netinum samstundis. Og hetta riggaði avbera væl bæði í handlinum í Havn og í Klaksvík og somuleiðis á nethandlinum, sigur Herman Winther, handilsleiðari í Elding í Havn.
Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til, at bæði Power og Elding kunnu reypa sær av metsølu á ársins Black Friday, men ein teirra er helst, at fleiri handlar taka undir við átakinum.
- Í ár vóru munandi fleiri handlar við í Black Friday. Tað kann tí kanska tykjast løgið, at ársins tilboðsdagur skal sláa met, tá vit eru fleiri sum kappast um kundarnar, men tað gevur kortini meining, tí størri átakið verður, fleiri fólk fara í býin at ogna sær vørur til tilboðsprís, sigur Høgni Zachariassen, stjóri í Power.
Báðir eru teir á einum máli um, at Black Friday sum átak er komið fyri at vera.