Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair virkar í dag sum sendimaður í Miðeystri vegna ta sokallaðu Miðeystur-kvartettina, og nú vil hann hava íleggjarar at seta pengar í ymiskt virksemi í teimum palestinsku sjálvstýrisøkjunum. Palestinska stjórnin og einstaklingar skipa í næsta mánaði fyri einari ráðstevnu um møguleikarnar at gera íløgur á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum, og tá verða ymisk arbeiði fyri eina milliard dollarar boðin út.
Tony Blair segði í gjár, at palestinski búskapurin er illa fyri, og at fremmandar íløgur kunnu bøta um støðuna. Hann viðgekk, at tann spenta støðan millum palestinar og Ísrael kann darva íløguhuginum, men segði, at tað eru økir, har tað ber til at gera íløgur. Palestinska stjórnin hevur sagt, at búskapurin í teimum palestinsku økjunum kann veksa heili 10 prosent tey næstu trý árini, um fremmandur íløgukapitalur kemur hagar.