Tað verður svingandi føroyskur popptónleikur á skránni, tá ið Take Off fer at spæla á ólavsøkukonsertini.
Bólkurin, sum er mannaður við føroysku og donskum tónleikarum, heldur vanliga til í Århus, men hendan mánaðin munnu teir verða mest virkni føroyski tónleikabólkurin í landinum.
? Telja vit allar framførslur við, so skulu vit spæla 17 ferðir í 25 dagar, so tað er full ferð á hjá okkum, sigur Hans Petur í Brekkunum, sangari og tónasmiður í bólkinum.
Hans Petur er kendur sum dugnaligur saxofonspælari og gav fyri meira enn einum ári síðan út eina jazzfløgu, men hann hevur øll árini eisini fingist við at spæla popp- og rocktónleik.
Tónleikararnir
Saman við honum spæla tveir føroyskir tónleikarar ? Charlie og Ólavur ? við í bólkinum, og harafturat koma so teir donsku tónleikararnir, Jønne og Morten. Á ólavsøku fara teir eisini at hava blásaran Mortan Zachariasen við og trummuspælaran Trygva í Brekkunum, sum fer at spæla ymisk slagverk.
Hetta eru alt dugnaligir tónleikarar, og allir teirra hava gingið á einumhvørjum tónleikaskúla uttanlands.
Blandað bomm
Um mánaðarskiftið kom Take Off við síni fyrstu fløgu, sum teir kallaðu Blandað Bomm Fyri Rest.
Fløgan varð tikin upp í studio í Århus, men hon er á føroyskum og er ætlað føroyskum lurtarum.
Sosialurin hevur umrøðu av fløguni, tá ið hon kom út, og har skrivaði blaðið millum annað soleiðis:
? Men her er tað óbindandi poppur, njót og syng við! Ikki hugsa ov nógv, ikki seta teg í djúpa stólin við kaffikoppi og lesibrillum. Her er tað søta lívið, ið smakkar. Lívsgleðin, rútmurnar, funk- ella discokent, so fingrar og tær liva við, áðrenn restin dansar við fyri rest.
Egið og cover
Take Off hevur mannað seg upp við tveimum gestatónleikarum til framførsluna á ólavsøku, og teir verða einasti bólkurin, sum fer at hava ein veruligan blásarapart í teirra tónleiki.
Teir fara at spæla sangir, sum eru við á fløguni hjá bólkinum, og teir hava helst eini tvey coverløg á skránni eisini.
Take Off bjóðar blandað bomm, og tey sigast at smakka sera væl.
- - -
Take Off
Hans Petur í Brekkunum - sang og horn
Ólavur Olsen - ljómborð og horn
Charlie Simonsen - trummur
Jønne - gittar
Morten Vestergaard - bass
Trygvi í Brekkunum - slagverk
Mortan Zachariasen - horn
Bólkurin heldur til í Århus, men hevur seinasta árið verið tvær ferðir í Føroyum og spælt. Tríggir av tónleikarunum eru føroyingar, meðan tveir danir eisini eru við.
Fyri nøkrum vikum síðani kom fløga frá bólkinum. Teir kalla hana Blandað Bomm Fyri Rest, og á hesi eru føroyskir poppsangir, har eisini blásiljóðføri verða nógv brúkt.
Manningin í bólkinum skrivar sjálv sangirnar, sum teir spæla, men teir plaga eisini at tríva í onkur svingandi coverløg ? milum annað onkur discoløg frá sjeytiárunum.