Blanka silvurið gevur seg rættiliga til kennar

Í mong ár var eingin veiða eftir norðhavssild, sum vit plagdu at rópa hana. Sildin var at kalla burtur og uppfiskað. Fiskiskapur eftir blanka silvurinum varð steðgaður, men nú mong ár eftir er líkt til, at stovnurin rættiliga er komin fyri seg aftur, og skipini hava rokveiði, samstundis sum matmarknaðurin partvís er sprongdur

Sild

Skipini, sum royna eftir sild, hava í seinastuni havt rættiliga góðan fiskiskap. Tað er serliga út fyri Lofoten í Noreg, at skipini hava havt rokveiði.
Í gjáramorgunin kom føroyska skipið Fagraberg til Hanstholm við umleið 2500 tonsum av sild, sum teir fingu í einar 12 til 16 tímar uppi við Lofoten. Hetta er norðhavssild, sum vit plagdu at rópa hana.

Alt til ídnað
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at rættiliga nógv sild er á marknaðinum í løtuni, og tí fer øll veiðan hjá Fagrabergi hesaferð til ídnað.
- Tað er smekkfult av sild at fáa, serliga uppi við Lofoten, men eisini í Norðsjónum og í Eystursjónum.
Reiðarin sigur, at lastin hjá Fagrabergi varð bjóðað út um pelagisku uppboðssøluna hjá Sildelaget í Noreg.
- Vit fingu fleiri boð upp á lastina, og Havsbrún í Fuglafirði bjóðaði eisini.
Anfinn Olsen sigur, at teir fáa umleið 2,30 norskar krónur fyri kilo fyri sildina til ídnað í Hanstholm – alt eftir, hvussu hon er til lýsi og proteinir.

Sølan setir met
Heimasíðan hjá Sildelaget í Noreg skrivar, at lastin hjá Fagrabergi er størsta sildalast, sum nakrantíð er fráboðað uppboðssøluni.
Sildelaget, sum er ein uppboðssøla fyri pelagisk fiskasløg, sigur annars, at tey ongantíð havt selt so nógv sild, sum í farnu viku, tá samlaða nøgdin var sløk 100.000 tons – ella eini 8.000 tons fleiri enn gamla viku-metið sum er frá 2008.
Tølini hjá Sildelaget í Noregi benda á, at rættilig gongd er í veiðini eftir norðhavssild í løtuni og skipini, sum eru á hesi veiði, hava í seinastuni gjørt rættiliga góðar túrar.
Tað er bara spell, at hesin góði fiskur, sum verður veiddur upp á so stutta tíð, og tí er púrasta feskur, ikki skal fara til matvøruframleiðslu.
Men, hetta sum so mangt annað, ið hevur við handil at gera, er ein spurningur um útboð og eftirspurning – og kanska eisini um framleiðsluorku, frystiorku og fíggjarorku.

Triði túrur í ár
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at enn er ikki endaliga greitt, hvar Fagraberg fer á næsta túri, tá loyst verður aftur í Hanstholm.
- Um loyvini í ES-sjógvi verða greið til ta tíð, verður helst farið í ES-sjógv at royna. Um loyvini ikki verða klár, verður helst farið uppaftur til Lofoten, sigur hann.
Hetta er triði túrurin hjá Fagrabergi í ár.
Hin fyrsti var ein svartkjaftatúrur, tá skipið var í Íslandi við fullari last – og á øðrum túri hevði Fagraberg eini 700-800 tons av matsild, sum varð landað á Ålesund-leiðini í Noreg.