Bleyt byrjan í Klaksvík

Hendan vikan hevur verið deydlig hjá landarunum í Klaksvík, men sum dagarnir ganga, fer gongd eisini at koma á aftur við bryggjukantin á Kósini. Landingarmiðstøðin í Klaksvík hevur bara landað ein bát hesa vikuna. Tað var trolbáturin Fiskaklettur, sum mikudagin hevði 16.000 pund.

Pól Fuglø, landingarformaður í Klaksvík, sigur, at nakrir útróðrarbátar hava verið við línu hesa vikuna, og veiðan hjá teimum størru bátunum hevur ligið millum 7.000 og 8.000 pund.

Línuskipini Klakkur og Kvik, sum royna undir Føroyum, hava biðið um landing í Klaksvík fríggjadagin í næstu viku.

Partrolararnir Smaragd og Safir eru ikki farnir útaftur eftir jóla-og nýggjárshalguna og sum skilst, verður okkurt gjørt við skipini, áðrenn tey loysa.