Blikur sigldi á land

Tað var ongin dramatikkur tá ið farmaskipið Blikur rendi á land inni í Tórshavnar Havn seinnapartin fríggjadagin og fekk nakað av skaða

Farmaskipið Blikur fekk nakað av skaða, tá ið tað rendi á land inni í havnarlagnum í Havn seinnapartin fríggjadagin.

Óhappið hendi um fimm tíðina seinnapartin fríggjadagin, tá ið Blikur skuldi leggja at bryggju í Havnini.

Av Havnarskrivstovuni verður upplýst, at Blikur kom inn um Molan akkurát sum ætlað og skuldi leggja stýriborðssíðu at.

Hann legði púra stilt, men tað var so nógv vindur av Molanum, at skiparin gjørdi av at venda skipinum fyri at fáa bógvin upp í vindin og leggja bakborðssíðu at ístaðin.

Skiparin gjørdi longu av úti á fjørðinum at brúka tann taktikkin, tí Blikur hevur bara eina skrúvu og tá ið hann bakkar, fer hann í bakborð.

Tá hendi eitthvørt, sum gjørdi, at hann fór við ferð inn ímóti Tinganesi og tað endaði við, at hann stóð uppi á Skinnaraskeri innanfyri Tinganes.

Men tað var gott veður til tað og tað var ongin vandi á ferð, tí tað sá nógv ógvusligari út enn tað var.

Á havnarskrivstovuni verður avsannað, at hann sigldi ov skjótt inn um Molan, tí hann lá púra stillur, tá ið hann skuldi venda bakborðssíðu til.

Annars er mest loyvda ferð inn um Molan fýra míl.

Klokkan 19.20 flotnaði hann av aftur, eftir at teir høvdu tømt nakrar tangar har frammi í skipinum og tað var fløðandi sjógvur.

Hann legði so at sum vant og varð lossaður.

Blikur fekk okkurt hol í ein vatntanga og leygarmorgunin fór hann yvir á skipasmiðjuna, MEST, har skaðin skal umvælast fyribils.

Væntandi fer hann avstað í dag ella í morgin og tá ið hann er komin til Danmarkar, fer hann í turrdokk í nakrar dagar at umvæla skaðan endaliga. Faroe Ship hevur útvegað annað skip, til Blikur fer í sigling aftur