Blokadan hjá nólsoyingum er av

Blokadan hjá nólsoyingum er nú av og Ternan fer aftur til Havnar

Nú loysir Ternan aftur í Nólsoy og er á veg til Havnar. Sostatt er blokadan av, har Ternan annars hevur ligið blokerað í Nólsoy í fimm tímar, tí at nólsoyingar ikki vildu lata hana sleppa avstað aftur.

Ætlanin var, at eingin skuldi fara í land í Nólsoy, men fyri eini løtu síðani fór portrið upp og tey 40 ferðafólkini, sum vóru við, sluppu í land í Nólsoy.

Tey, ferðafólk, sum skuldu til Havnar, sluppu síðani umborð, og nú hevur Ternan aftur loyst og hevur sett kós ímóti Havnini.

Løgreglan er í Nólsoy í kvøld at tryggja lóg og landaskil, men tey hava onga viðmerking beint nú.

 Men ferðafólk við Ternuni sóu løgreglufólkini spenna band fyri ferjuleguna, so at eingin slapp inn um, og somuleiðis skrivaðu tey nøvnini á fleiri fólkum niður.

 

Les eisini: Ternan hertikin: Vit hava fingið nokk

Les eisini: Keðiligur stemningur umborð

Les eisini fleiri aðrar greinar vit hava havt her á in.fo í kvøld um málið