Blómuhandilin Árstíðirnar – ein sonn oasa

- Fólk kenna seg sera trygg í dag við at keypa á netinum. 2023 verður helst eitt satt blómuár, sigur Rúna Lamhauge, sum eigur Árstíðirnar.

 

- Árið 2022 hilnaðist sum heild heilt væl hjá blómuhandlinum, Árstíðunum.

 

Tað sigur Rúna Lamhauge, eigari. Síðan hon yvirtók handilin í 2016, er sølan vaksin so gott sum á hvørjum ári.

 

- Hetta er orsakað av okkara ynski at framleiða hágóðskuvørur og okkara mongu og trúføstu kundum fyri at takka, leggur hon brosandi aftrat. 

 

Korona ávirkaði raksturin av blómuhandlinum eins og restina av vinnulívinum. 2022 var fyrsta nærum fulla ár, eftir at koronuavmarkingarnar vórðu avtiknar fyrst í árinum.

 

Sambært Rúnu, hevur korona ikki havt neiliga ávirkan á raksturin og blómusøluna.

 

- Sjálvandi hava okkara kundar ansað væl eftir í tí dagliga og hava bílagt meira um telefon (tlf. 317400) og um nethandilin www.blomur.fo.

 

Hon vísir á, at soleiðis er ein størri partur av søluni eisini fluttur út á netið.

 

- Starvsfólkini í Árstíðunum hava tíbetur verið lítið rakt av koronu og sóttarhaldi. Hetta hevur gjørt, at framleiðslan og sølan í handlinum hevur gingið nærum ótarnað.

 

Rúna sigur, at tíbetur vórðu veitingarnar av blómum úr Hálandi lítið ávirkaðar av koronu, og veitararnir hjá Árstíðunum megnaðu at veita vanligu vørurnar, umframt at skipaflutningurin til Føroya ikki var tarnaður.

 

- Tá korona fór at gera um seg, stúrdu vit fyri, um vit í heila tikið fóru at fáa fatur á frískum blómum, men hetta hevur tíbetur eydnast til fulnar.

 

##med2##

 

Hjá Árstíðunum síggja tey jaligt upp á komandi tíðina, nú alt er komið aftur í vanligu leguna. 

 

Árstíðirnar hava spesialiserað seg at bjóða hágóðskublómur til allar árstíðir av lívinum - frá føðing til grøv. Úrvalið er sera breitt, og nethandilin www.blomur.fo verður brúktur meira og meira. 

 

- Fólk kenna seg sera trygg í dag við at keypa á netinum. 2023 verður helst eitt satt blómuár, sigur Rúna Lamhauge at enda. 

 

##med3##

 

##med4##