Bloodgroup á Norðurbryggjuni

Fríggjakvøldið trína Bloodgroup á pall í Norðurbryggjuni í Danmark.

Gjøgnum tey seinastu árini á tí elektroniska tónleikapallinum er Bloodgroup farin frá at vera ein ?klebrut støða? til eitt groft petti av gaffa tape, sum við treiskni klistrar seg til trummuhindurnar.

Og bólkurin við teimum dansuligu rútmunum og tí yvirheita live-showinum, hevur eisini fingið sær álagt at verða eitt must see bæði á Íslandi og í Føroyum.

 

Fyrsta fløgan Sticky Situation frá 2007 er ein stór samanblanding av elektropop, dirty disco, techno, trance, funk, hiphop og live innspælingum, sum miksast til eina átreingjandi festligheit.

 

Bloodgroup hevur longur spælt á teimum stóru showcase festivalinum, so sum MIDEM (FR), Iceland Airwaves (IS), Eurosonic (NL), Popkomm (GER), by:Larm (NO), Great Escape (UK), SXSW (USA), NXNE (CAN).

 

Danmark hevur áður havt gleðina av at síggja Bloodgroup á palli í Århus, á Danmarks Grimmeste festival og á tí stóra Roskilde festivalinum 2008.

 

Til G! festivalin 2007 ávaraði tey við flóðaldu av elektrobylgjum, tá Bloodgroup skuldi spæla - tað sama verður gjørt á Norðurbryggjuni.

 

-Fyrireiki tykkum til at blíva skolaði væl og virðiliga ígjøgnum frá innast til uttast av størsta blóðkókara í Íslandi - og líkamikið hvat tú heldur um teg sjálvan sum dansara, so fert tú við vissu at dansa til

Bloodgroup, alt annað vísir seg at verða kroppsliga ógjørligt, siga fyrireikarar millum annað um bólkin.