Tað ljóðar, at borgarstjórin í New York umhugsar at leggja upp í kappingina um uppstillingina hjá republikanarunum Michael Bloomberg, borgarstjóri í New York, er sambært vælvitandi keldum farin at umhugsa at bjóða seg fram sum forsetaevni hjá republikanska flokkinum.
Hann er fleiri ferðir spurdur, um hann ætlar at stilla upp og hevur sagt nei hvørja ferð. Men eygleiðarar siga, at hann hevur altíð havt dyrnar á gloppi.
Michael Bloomberg hevur boðað frá, at hann fer til Florida og Texas í næstu viku, og summir eygleiðarar gita, at ferðin er liður í fyrireikingunum til at stilla upp.